Fleiri grønar bilar í 2030

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, heldur, at vit eisini í Føroyum eiga at seta okkum sum mál at gevast at selja bilar, sum koyra við brennievni. Hon fegnast eisini um, at samgongan hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at leingja freistina fyri at fáa endurgoldið MVG av el- og vetnisbilum. 

Í síðstu viku viðmældi danska Klimarådet, at danir skulu gevast at selja bilar, sum burturav ella partvís koyra við brennievni. Og týsdagin kunngjørdi danski forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, at stjórnin hevur sett sær hetta mál.    


- Eg haldi, at hetta er eitt gott hugskot, og eg ætli mær at hyggja nærri at, hvussu vit í Føroyum eisini kunnu náa hesum máli, sigur Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, sum í sama viðfangi fegnast um, at samgongan hevur lagt eitt uppskot fyri Løgtingið um at leingja freistina fyri at fáa endurgoldið MVG av el- og vetnisbilum. 


Kristianna Winther Poulsen heldur, at tað er í tøkum tíma, at verulig átøk verða gjørd fyri at verja umhvørvið. Fyrr í ár boðaði hon frá, at hon heldur, at vit eiga at banna ávísum vørum úr einnýtisplasti, sum ofta endar í havinum. 

- Vit síggja tað, at londini rundan um okkum eru farin at handla. Í nógv ár hava vit tosað um at verja umhvørvið, men tíðin er komin at leggja meiri ítøkiligar handlingar í orðini. Vit skulu framhaldandi leggja stóra orku í at upplýsa um umhvørvisvernd, men eg haldi eisini, at vit eiga at hyggja nærri at, hvørjar reguleringar kunnu gerast, sum veruliga gera mun. Einnýtisplast er eitt hugskot og bilar uttan brennievni er eitt annað, sigur Kristianna Winther Poulsen, sum í løtuni er í ferð við at finna útav, hvussu hetta kann gerast.  


Kristianna Winther Poulsen verður at hoyra á tiltakinum Plastik Planurin, sum verður í Norðurlandahúsinum 17. oktobur frá kl. 19-21.