Flatskatturin longu skapt 330 nýggj arbeiðspláss

Formaðurin í Framsókn heldur, at endamálið við flatskattinum var at selja meira matvørur. Her fer hann skeivur, tí høvuðsendamálið var, at tað skuldi loysa seg at arbeiða. Og vit síggja sjón fyri søgn. Nógv meira er útgoldið í lønum, umframt at 330 nýggj arbeiðspláss eru skapt undir hesi samgonguni.

Hyggja vit at tørvspyramiduni hjá Maslow, so er tað alkent, at matur og drekka hoyra til basistørvin, og at søla av hesum vørum nærum ikki ávirkast um tíðirnar eru góðar ella ringar. Eta fólk minni av donskum heilsøluvørum - ostum, pyslum, salatum, ísum etc. - so hevur tað tí heilt aðrar orsøkir - t.d. góðska, prísir, kappingardugnaskapur o.s.fr.

Síðan samgongan tók við í november í fjør eru 330 løntakarar fleiri, ella við øðrum orðum eru 330 nýggj arbeiðspláss skapt í bert 6 mánaðir, samb. Hagstovuni. Samlað hava føroyingar tjent 150 milliónir krónir meira í ár enn somu tíð í fjør. Umframt fiskivinnuna eru tað serliga tænastu- og handilsvinnan og annar ídnaður sum standa fyri stóra vøkstrinum í lønum. Ein sunnur vøkstur, tí peningurin verður verandi í landinum.

Av almennum kassum eru tað serliga kommunurnar, sum hava merkt vøksturin. Kommunuskatturin er fyrstu 7 mánaðirnar í ár heilar 25 milliónir hægri enn somu tíð í fjørð. Eisini landskassin hevur merkt vøkstur, har 18 milliónir eru komnar meira í kassan frá skatti og avgjøldum enn undanfarna ár. Landsskatturin er nakað minni, meðan meirvirðisgjaldið veksur og er heilar 45 milliónir hægri í ár.

Frá stórum arbeiðsloysi og stagnatión í samfelagnum, grør nú um aftur gangandi fót. Vøksturin frá flatskattinum er sjónligur - einasti vegur til vælferð er sum kunnugt vøkstur.

Hetta er hent hóast andstøðan uttan íhald hevur niðurgjørt skattapolitikkin og áhaldandi hevur júkað um, at um hon kemur til valdið, so verður skattaskrúvan táttað - borgararnir skulu revsast. Hetta hevur sjálvsagt gjørt, at nógvir løntakarar hava verið varnir at gera íløgur. Atgerðirnar hjá andstøðuni, at drýta í egið reiður, hevur havt neiliga ávirkan. Men heldur ikki her fer teirra retorikkur at vinna, tíbetur.

Tað kundi verið áhugavert at vita hvussu støðan var uttan flatskattin, men tíbetur fyri øll, sleppa vit undan at síggja tað.

Bjarni Djurholm