Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eg tilnevni teg at velja Føroyar

2014-04-28 01:59

Flaggrøða hildin á Regensen 25. apríl 2014


Tað er kanska lagnurnar speisemi, at tað vóru onglendingar, sum vunnu føroyingum eitt tað størsta tjóðskaparstríðið, tá BBC um kvøldið tann 25. apríl 1940 boðaði frá, at føroysk skip ikki skuldu brúka Dannebrog, men ístaðin brúka Merkið. Orsøkin var praktisk, tí fyri teir var Merkið at roknað sum eitt hentleikaflagg, so at føroysku skipini ikki komu í bland við fíggindan. Men sigurin fyri tjóðskaparrørsluna var stórur. Eitt stríð, sum hevði vart í gott 20 ár og hevði toppað 10 ár frammanundan. Tá endaði ólavsøkan í ruðuleika eftir, at stór mannfjøld hevði verið vitni til, at línan til Dannebrog, sum veitraði á tinghúsinum, varð kvett og Merkið ístaðin veittraði úr loftsvindeyganum.

Tað var kanska beint her, ella í veitsluhøllini har inni, at sjálvur spírin til tjóðskaparrørsluna slapp at grógva. Í 1870’unum vóru føstuinngangsveitslur hildnar millum føroyingar í Regensen, ella á Garði, sum hetta verður kallað. Og júst sami felagsskapur var grundarlagið undir føroyingafelagnum í Føroyum, sum alment byrjaði á tiltikna jólafundinum í 1888. Føroyingafelagið legði nógv fyri, men fór tó skjótt í tvíningar. Tað stóð tó eftir, at ein nýggj tilvitska og nýggjur veruleiki var gingin upp fyri føroyingar. At vit saman eiga nakað dýrabart, sum eingin annar enn vit sjálvi eiga ábyrgdina av – nevniliga okkara tjóðarsamleika.

Á sama hátt sum við føroyingafelagnum vóru tað føroyskir lestrarútisetar, millum annað her á Regensen, sum teknaðu tað føroyska flaggið. Við íblástri frá grannafløggunum í útnorði, teknaðu teir Merkið við hvítum dúki og reyðum krossi við bláari rond. Ikki tí, tað var ikki einasta flagguppskotið, ið var. Veðra og kanska serliga tjaldursmerkið var eisini í uppskoti, men tjóðskaparrørslan savnaðist skjótt um studentaflaggið, sum Merkið eisini var rópt, tí tað serliga hevði undirtøku millum lesandi í Danmark. Tá so kríggið brast á, var tað fyrst og fremst tí, at føroyingar sjálvir høvdu stríðst fyri einum tjóðarmerkið, at avgerðin hjá bretum um at viðurkenna Merkið, var løtt at taka.

Tjóðskaparlig stríð og sigrar hava verið fleiri bæði mentanarliga og politiskt. Frá at fáa føroyskt inn í skúla og kirkju, flaggstríðið, rembingarnar eftir kríggið við fólkaatkvøðuni í 1946, 200 fjórðing fiskimarkið, atgongd til undirgrundina og til seinast stríðið um makrelin.

Vit kunnu altíð kjakast um, hvørt tað altíð er farið rætt fram ella, um tað hevur gingið ov skjótt ella ov seint. Men saman um tikið, er tað, tá føroyingar sjálvir definera sín egna veruleika, at tey størstu fetini eru tikin. Ikki tí at man altíð skal stilla seg uppá tvørs, ella avnokta tað, sum er fakta og sveima í ein ljósareyðan heim. Nationalisman má ikki gera umbering fyri ikki at brúka høvdið. Men vit eiga at varðveita ein sunnan skepsis og ikki ókrittiskt lata onnur siga okkum, hvussu heimurin sær út.

Um vit ikki sjálvi krevja okkara rætt, so ger eingin tað fyri okkum. Eingin annar hevði tikið stig til at verja og menna mál og mentan, sum bleiv grundlagt í føroyingafelags tíðini, og um tað ikki var tí, at føroyingar sjálvir stríddist fyri sínum egna flaggi, so høvdu vit ongan flaggdag at hátíðarhalda í dag.

Í dag er tjóðskapurin á yvirflatuni ikki beinleiðis í vanda. Vit flagga við merkinum, práta, syngja og skriva á føroyskum og ivast ikki longur líka nógv í, um Guð nú veruliga skilir føroyskt.

Men tað samfelagið, sum tjóðin fevnir um, er ikki longur ein burðardygg eind, og er í løtuni spakuliga við at avtaka seg sjálvt. Í meðan tað í dag búgva áleið 500 fólk fleiri í Føroyum enn tað gjørdi fyri 25 árum síðani, eru tað í dag 5000 færri fólk í Føroyum undir 40 ára aldur. Heimurin, tjóðin og tjóðskapurin er ikki nakað statiskt, men ein dynamisk vera, sum altíð er í broyting. Tí mugu við javnan menna og endurlýsa okkara tjóðskaparsamleika. At vera føroyingur í dag er ikki tað sama sum at vera føroyingur fyri 100 árum síðani. Og hóast hissini fet fram á leið, hava vit politiskt millum lítið og einki fólkarættarligt grundarlag at standa á. Hóast vit ongantíð blivu spurd ella eru sloppin at taka støðu, eru vit fevnd av donsku grundlógini. Vit virka eftir eini heimastýrislóg frá 1948, tí føroyingar tvey ár framman undan á fólkaatkvøðuni 14. sept. 1946 valdu at vraka veruleikan soleiðis, sum danir løgdu hann fram.

Undir fullveldissamgonguni vóru stig tikin til eina føroyska grundlóg - ella stjórnarskipan, um tað ljóðar betri. Her skuldu føroyingar á fyrsta sinni lýsa seg sjálvar, taka støðu til grundleggjandi spurningar og kanska týdningarmest av øllum, staðfesta, at Føroyar hava sjálvavgerðarrætt og at evsta valdið liggur hjá føroyska fólkinum. Arbeiðið vardi 12 ár, men kom ongantíð út til fólkið, mest tí at ósemja tók seg upp eftir at danska statsministeriið gjørdi greitt, at bert ein grundlóg kundi vera í kongaríkinum. Nú liggur arbeiðið stilt, og ongi tekin eru í sól og mána um, at nakar tímir at geva tí gætur. Onkur smávegis upplop hava verið, men tað tykist ikki sum tað er nakað, ið fær fólk upp at flákra.

Men tað átti tað! Okkum tørvar eina felags verkætlan, har vit taka støðu til grundleggjandi mál. Eitt er sjálv grundlógin, annað er hvussu landsins virði verða umsitin. Her hugsi eg serliga um, hvussu virði fyri milliardir í dýrabarum náttúrutilfeingi tilvildarliga vera býtt út, meðan restin av samfelagnum akkurát kemur gjøgnum dagin. Nakað heilt annað er, at javnrættur ikki skal fevna um tey av okkum føroyingum, sum eru samkynd, men at tey av onkrari orsøk skulu liva eftir øðrum treytum enn onnur. At vit Føroyingar á hendan hátt ikki eru fyri javnrætti og ikki í felag fáa ágóðan av landsins ríkidømi, skeiklar tað samfesti, sum skal bera landið framá.

Flaggdagin fyri tveimum árum síðani sat eg heima á Grønjordskollegienum og lurtaði eftir beinleiðis flaggdagshaldi av Vaglinum í Havn. Skaldið, Carl Jóhan Jensen helt eina dundur røðu har hann ikki fírdi fyri at leggja eftir landsins fremstu umboðum. Samgongupolitikkarar hildu lítið um taluna, tí hon var ov politisk og ikki nóg savnandi, meðan andstøðan klappaði, tí her var ein, sum royndi at rista føroyingar úr fasta svøvni.

Seinni tann dagin gekk leiðin í Føroyahúsið at uppliva eitt flaggdagshald í Danmark. Har hugleiddi ein eldri útiseti um flaggið og um, hvør nú veruliga hevði teknað flaggið. Sikkurt mikið spennandi, men fyri mær var kontrasturin millum dundurtaluna í Havn og søguliga fluguknepparíið á Vesturbrúgv, øðiligur. Komin á súkkluna aftur segði eg við meg sjálvan, at útisetalívið mátti verða tíðaravmarkað. At vera føroyingur má fyri mær snúgva seg um meira enn at flagga tvær ferðir um árið og vendast í søguligum smálutum. Ikki tí, tað er eisini týdningarmikið, og søguna mugu vit kenna og læra av. Men tjóðin má savnast um annað enn symbolir og søgu. Vit mugu hava ein visjón og flagga fyri eini felags verkætlan, har endamálið er, at Føroyar máa ganga framá.

Nú er tað MFS, sum skipar fyri her í dag, og tey flestu, sum eru her, eru lesandi. Men hetta nýtist ikki at vera nøkur undanførsla fyri at gerast partur av hesi felags verkætlan. Tað var tað ikki fyri hundrað árum síðani, og tað nýtist tað so slettis ikki at vera í dag. Í Føroyum hava vit møguleikan at síggjast aftur og gera mun.

Onkuntíð, sum t.d. í dag, verður gerandisdagurin lyftir upp, og vit lýta yvir tíðina úr einum øðrum og størri sjónarhorni. Uppá sama máta hava mínar páskir eisini verið. Samstundis sum vinmenninir kappast um at gera damirnar uppá vegin og gera sítt til varðveita høga burðartalið hjá føroyskum kvinnum, var eg nú á páskum millum barnadópar og skerpikjøt eisini í Føroyum, fyri at fylgja mínum gamla abba eina seinastu ferð. Tað er jú lívsins gongd. Hevði hann verið á lívi í dag, hevði hann verið fyrsti persónur, sum eg hevði spurt um góð ráð, nú flaggdagsrøða skuldi haldast. Mangir tímar eru farnir í práti við borðið hjá abba ella umvegis skype. Tá ikki bleiv tosa um veðrið (tí tað skal jú altíð líka vendast fyrst) bleiv tosað um søgu og serliga aktuell politisk mál og tjóðskapar spurningar. Ikki bert fyri at øsa seg um okkurt, men tí, at man leggur í og ikki er líkaglaður.

Flaggið eigur at minna okkum á okkara felags lagnu og ábyrgd móti tí tjóð sum er okkara. Her meini eg ikki uppá tann yvirflatiska mátan, har alt føroyskt og alt í Føroyum er gott, men eina ábyrgd um at leggja í, Ikki vera líka glaður og bert yppa øksl. “Vit Velja Føroyar” er slagorðið á nýggjari herferð og vit eiga at velja at leggja í Føroyar, tí Føroyar eru eisini vit.

Tað hoyrir kanska tíðarandanum til at ganga uppí seg sjálvan og søkja sína egnu eydnu fyrst, sama hvar tað er. Vit, sum eru her, kunnu akkurát tað sama vera verandi og gera karrieru her, tí her er alt eitt sindur lættari enn heima. Betri veður, betri løn.... men gevur tað betri meining?

Gamalt var, at tær nýtist ikki at loypa á sjógv, bert tí at onkur annar ger tað. Men síðstu dagarnir hava lært okkum nakað annað, nú hvørt mansbarn er lopið á blámann.

Tí vil eg nú tilnevna tykkum sum lýða á, at gerast partur av verkætlanini Føroyar. Øll kunnu vera við, og tað er brúk fyri øllum. Tað snýr seg um at byggja land og geva sítt íkast, sama hvat tað so er.

Eg vil til endans lesa eitt ørindi úr yrkingini “Prúða Land” eftir Hans A. Djurhuus


Lær meg fram um alt at gloyma meg og mítt,

tá tað ræður um at verja merki títt,

lat meg teljast millum teir, ið berjast tá,

aldri víkja tínum fagra merki frá.


Góðan Flaggdag