Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fjós og krubba og friður á jørð

Kristindómurin er eitt gott virðisgrundarlag. Men tá vit blint fylgja tekstunum í Bíbliuni, fara vit av leið. Ískoyti til sendingina “Gud signi Føroyar” hóskvøldið

(Nakað broytt útgáva av grein, sum stóð í Sosialinum fríggjadagin).

Nýggja sendirøðin – Gud signi Føroyar – er neyðug. Kringvarpið, sum uttan filtur alt árið ígjøgnum setir sínar mikrofonir upp fyri kirkjur og samkomur, má eisini lýsa tær journalistiskt. Tær fylla jú nógv.

Tað, eg segði í síðstu sending, standi eg sjálvsagt við. Men tað virkaði nóg so eintáttað, tá tað var klipt. Her kemur tí eitt meira nuanserað íkast til kjakið, sum hevur tikið seg upp.

Ein góð kraft

Okkara land er á mangan hátt fyrimyndarligt. Tað er minni av kriminaliteti enn aðrastaðni, og fólk hava umsorgan hvør fyri øðrum. Eg rokni við, at tað hevur samband við tað sterka, kristna virðisgrundarlagið.

Men gjøgnum søguna hava fólk givið kristindóminum 1000 ymisk andlit. Tey flestu vøkur – men nøkur ljót. Tað eru jú menniskju, sum umboða læruna, og teirra andlit verður Kristindómsins andlit.

Í Føroyum er hetta andlit sum heild vakurt – men tað eru eisini minni vøkur brigdi.

Í sendingini tosaði eg um barnalegurnar Zarepta tá eg var drongur, og sum ikki øll minnast gott aftur á. Síðani er nógv broytt til tað betra, og samkomufólk hava eisini sjálv ásannað, at pedagogikkurin ikki altíð var í lagi.

Henda grein er tí ikki nøkur ákæra, men eitt íkast til kjakið um, hvat fyri andlit kristindómurin skal hava. Eitt kjak, sum vónandi verður virðiligt og siðiligt.

Í bestu meining

Tey fyristøðufólk, sum eg minnist frá Zarepta, vóru fittastu fólk, og tað, tey gjørdu, var í bestu meining. Men viðhvørt bleiv ikki hugsa um, hvussu tað, sum bleiv sagt, kundi ávirka eitt viðbrekið barnasinni.

Summir leiðarar tóktust hava sum mál, at so nógv børn sum gjørligt skuldu verða "frelst", tá vikan var av.

Mátin var einfaldur: Fyrst skuldu børnini gerast tilvitað um vandan fyri at fara til helvitis - og síðani skuldu tey fáa at vita, at trúðu tey tí, sum stendur í Bíbliuni, so sluppu tey undan hesum. Altso: Fyrst skuldi ein ótti leggjast í barnið - og síðani skuldi bjargingin undan hesum sama ótta bjóðast fram. Og av tí, at legurnar bara vóru í eina viku, mátti alt henda skjótt – og trýstið tískil vera stórt.

Sum sagt: Tað varð gjørt í bestu meining. Tá í tíðini trúðu nógv fólk, at helviti heilt ítøkiliga var ein eldsjógvur, ið fólk máttu bjargast undan. Tí hildu tey, sum tað stundum varð sagt, at "tað er betri at forskrekkja fólk inn í himmalin, enn at rura tey í svøvn ávegis til helvitis".

Torskild hugtøk

Nógv av børnunum vóru ikki von at hoyra um "ævinleika", "frelsu", "glatan" og onnur hugtøk, sum tey nú skuldu taka støðu til, tí tað, heilt bókstaviliga, galt lívið. Men hugtøkini vórðu brúkt av teimum vaksnu, sum vóru tey størsta sjálvfylgja.

Men eingin - heldur eingin vaksin - skilir hesi hugtøkini. Menniskjað livir í tíð og rúmi. Tað eru okkara treytir, og vit skilja einki av tí, sum er hinumegin tíð og rúm.

Vit kunnu gott brúka orðini. Tað er lætt at siga "ævigt fortapilsi". Men eingin kann gera sær eina mynd av eini pínu, sum blívur við og blívur við og aldrin, aldrin - veruliga aldrin nakrantíð - heldur uppat. Eingin fatar hetta.

Men tá eitt barn hoyrir ein vaksnan tosa um "himmalin" og "helviti" og "ævinleikan" so heldur barnið, at tann vaksni skilir orðini. Barnið roynir so sjálvt at skilja tey – men kann ikki. Tí verða summi børn tikin av fótum mentalt, og blíva bangin.

Og tá ein vaksin sigur við eitt barn, at tann, sum ikki trýr onkrum ávísum, skal brenna í helviti, so kenst tað sum ein hóttan. Tí børn trúgva tí, sum vaksin siga. Eg fataði ið hvussu er boðskapin heilt bókstaviliga sum "trúgv ella brenn".

“Ævinleikin” var óskiljandi – men myndin av eldinum í helviti gjørdist verulig í huganum. Líka verulig, sum vissi tann vaksni hevði sagt: “Tað er eldur í húsinum - far út!” Men hetta var verri. Tí einum brennandi húsi kanst tú renna út úr. Fyri at sleppa undan helviti mátti tú trúgva nøkrum, sum ikki bar til. Sum tú ikki kundi trúgva uttan so, at tú setti títt egna vit og skil til viks. Tað vit og skil, sum tú hevði fingið frá Gudi...

Ógjørligt at trúgva

Eg spurdi meg sjálvan, um eg trúði bíbilsøgunum. Trúði eg, at øll heimsins djórasløg vóru í ørkini hjá Nóa? At Jesus gekk á vatninum? At hann reis upp frá deyðum? Trúði eg, at Jónas var inni í hvalinum í tríggjar dagar og kom livandi útaftur? Nei. Eg kundi ikki. Tað bar jú ikki til.

Trúði eg, at Jesus var deyður fyri mínar syndir? Eg visti ikki. Eg skilti tað ikki. Men samstundis fekk eg at vita, at eg skuldi hava eina ræðuliga revsing í allar ævir, um eg ikki trúði tí.

Fyri at sleppa undan helviti royndi eg at tvinga meg at trúgva tí. Men vísti tað ikki bara enn betur, at eg ikki trúði? Tá mann ROYNIR at trúgva onkrum, er orsøkin so ikki júst, at mann IKKI trýr tí?

Eg visti aldrin, um eg var á veg til himmals ella til helvitis. Men ivin um hvørt eg trúði ella ikki gjørdi, at eg óttaðist tað ringasta.

Broytt gudsmynd

Eg kundi heldur ikki bíða við hesum til eg bleiv gamal og skuldi doyggja. Á legunum bleiv nevniliga eisini tosað um "burturrykking". Also at øll tey "frelstu" brádliga ein dag skuldu verða rykt burtur úr verðini og upp til Gud. Eingin visti nær. Vit vistu bara, at Jesus - "sum tjóvur á nátt" - skuldi koma eftir teimum, sum trúðu.

Á tveimum legum las leiðarin á mínum liði fyri okkum bókina "Aðru ferð", sum lýsir lívið í eini føroyskari bygd eftir "burturrykkingina". Tey frelstu eru tikin burtur, og eftir ganga tey desperatu “ófrelstu” og bíða eftir fortapilsinum. Teirra brotsverk var, at tey ikki høvdu trúð nøkrum, sum ikki ber til...

Eg hevði sum lítil sæð Gud sum ein fittan abba, ið var góður við børn. Men á legunum bleiv Gud ein óndur maður, sum sendi smádreingir til helvitis at brenna, um teir ikki trúðu tí, sum stendur í Bíbliuni...

Gud var í veruleikanum verri enn Illimaður. Tað var jú Gud - ikki Illimaður! - sum straffaði tey, sum ikki trúðu. Illimaður brendi bara tey, sum Gud vildi skuldu brennast.

Góður og óndur Gud

Tann avgerandi spurningurin er, hví fólk, sum vildu gera tað besta, kortini ræddu summi børn.

Eg haldi grundin var tann hugsan millum summi vaksin, at Bíblian skuldi fatast púra ítøkiliga – øll sum hon var.

Hetta fortaldu tey so børnunum. Børn skuldu altso trúgva, at Gud við syndaflóðini drap øll fólk á jørðini uttan tvey. At Gud kravdi, at Abraham skuldi vera til reiðar at drepa sín egna son fyri at vísa, at hann óttaðist Gud. Børn skuldu trúgva, at Gud sendi ræðuligar plágur yvir fólkið í Egyptalandi. At hann legði býir í oyði. Og at trúði mann ikki Bíbliuni, ja so stongdi Gud himmalsins dyr fyri børnunum, so tey endaðu í helviti.

Hevði ein persónur borið seg at sum Gud, hevði hann verið kallaður bølmenni. Men samstundis skuldu somu børn læra, at Gud var góður. At tað var hann, sum ansaði eftir teimum, og hann, tey skuldu kalla “faðir” tá tey bóðu...

Nógv børn kláraðu at rúma hesum mótsetningum – men nøkur blivu ørkymlað og óttafull.

Mugu seta spurningar

Menniskju geva kristindóminum tey andlit, hann hevur. Og vandin kemur, tá vit seta vit og skil til viks, blint fylgja tí skrivaða tekstinum, og ikki hugsa sjálv.

Vaclav Havel sigur einastaðni, at tá ein ideologi verður fullkomin - tá tann síðsti naglin verður settur í ta lidna, ideologiska húsið - letur ideologiin seg aftur um seg sjálva. Tá ert tú antin innanfyri ella uttanfyri. Fleiri spurningar verða ikki settir. Veruleikin má víkja fyri ideologiini. Og tað er ikki longur pláss fyri viti og skili og menniskjaligum kenslum.

Havel sipaði til ta kommunistisku ideologiina, sum kvaldi hansara land. Men júst tað sama kann sigast um religión. Og eftir mínum tykki er tað hetta sum hendir, tá fólk kopla vit og skil frá, og treytaleyst fylgja tekstinum í Bíbliuni.

Kristindómurin er góður at halda seg til í lívinum. Men tann, sum er kristin, má eisini gera sær greitt, at hann hevur fingið sítt forstand til at brúka. Hann má eisini hugsa sjálvur.

Tey, sum eingi virði hava, er vandamikil. Men tey, sum í einum teksti halda seg hava funnið absolutt og endalig svar uppá alt, verða blind.

Tann besta gøtan liggur millum virðisloysi øðrumegin og fundamentalismu hinumegin. Vit mugu altíð seta spurningar – og lata nýggj svar leiða til nýggjar spurningar.

Vakra andlitið

Okkara mentan er í stóran mun vaksin úr kristindóminum. Hann gjøgnumseyrar alt. Bíbilsøgurnar liggja í okkum. Tey 10 boðini liggja í okkum. Og hugsa um gerandismálið: Vit síggja skriftina á vegginum. Vit kasta perlur fyri svín. Vit hava brotin hjørtu. Vit eta, drekka og eru glað. Vit royna at halda okkum frá forbodnum fruktum. Vit vita, at einki nýtt er undir sólini. Vit ansa okkum fyri úlvum í seyðaskinni... Soleiðis tosa vit og soleiðis hugsa vit – og ofta gáa vit ikki um, at alt kemur úr Bíbliuni. Hon hevur í stóran mun skapt okkara virðisgrundarlag.

Hetta skulu vit verja. Tí skulu vit eisini í stjórnarskipanini siga, at “Kristnitrúnni verða veittar serliga sømdir”.

Men sum alt annað kann Bíblian misbrúkast. Mann kann við henni í hondini ræða børn. Mann kann misbrúka hana til at fáa makt yvir øðrum. Og mann kann misbrúka hana politiskt.

Lat okkum semjast um, at eingin hevur einarætt uppá at tulka Bíbliuna. Tann, sum tekur sær myndugleika til at siga júst hvat alt í Bíbliuni merkir, tekur sær jú myndugleika til at siga, hvat Gud sigur. Á ein hátt ger hann seg sjálvan til Gud. Tað var hetta, Luther gjørdi upp við.

Lat okkum minnast til, at tað vit og skil, Gud hevur givið okkum, ikki skal setast á stand-by tá vit lesa Bíbliuna – ella prædika um hana.

Í Feðgum á ferð sigur Heðin Brú soleiðis um eina svára stund: “Tá koma Ketil og konan inn eftir kirkjugólvinum, hann undan við hondunum samanløgdum framman fyri sær og boygdum høvdið, stillisligur og friðmerktur”.

Kristna trúgvin var tað, sum gav Ketli grundarlag og troyst, tá illa stóð til. Vit síggja framvegis somu mynd við flestu jarðarferðir í Føroyum.

Tað, vit síggja, er kristindómsins vakra andlit: Fjós og krubba og friður á jørð.