Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fjøldin slept upp á fjall

2013-07-04 22:49

Herfyri varð funnið út av, at føroyskar húsarhaldsvørur kostaðu 30% meira enn tær donsku. Og nú skrivar Politiken, at somu donsku vørur kosta 30% meira enn í EF. So um kappingarráð yvirhøvur er til hjá okkum, so snorksvevur tað eins og Tornerósa á sinni, tí nógv er at gera, men ONKI verður gjørt.

Danska mjólkin, ið verður seld fyri millum 5 og 6 kr í donskum handlum, verður eftir verjutoll, mvg og vinning seld fyri nærum tað dupulta. Mjólkabøndirnir verða vardir, meðan smábørnini og annars veikar fam. skulu gjalda til síðsta oyra. Ongin politisk hjálp. Teirra áhugi er bert teir sjálvir, ið hava nokk, og síðani tey vælbjargaði, ið skulu hava meira.

Og ikki hjálpir at leita eftir bíligari dagligdags vøru í ymsum handlum, tí allir prísir eru líka høgir og kunnu ikki vera annað enn avtalaðir. Um eitt vakið kappingarráð fanst, so hevði tað havt nokk at gjørt. Men okkara politikarar arbeiða ikki fyri fólkið men peningafólkið. Teir verja, har teir av røttum átti at avdúkað og kravt rættvísi. Og soleiðis gerast tey ríku ríkari, meðan tey fátæku gerast fátækari.

Bensinsølurnar hava jól og góðar dagar. Miðlarnar vísa til sera góð úrslit hjá nevndu sølum, tey bestu í longri tíð. Men ein og hvør sum fylgir bert eitt lítið sindur við kann síggja, at olju- og bensinprísirnir eru ikki bara eins, men fullkomuliga eins hjá øllum sølustøðunum. Og tað er ikki torført at finna út av, hví so er. Ein uppløgd uppgáva fyri eitt vakið kappingarráð. Men enn hoyrast bert snorkini.

Byggimaterialini eru 30% hægri enn aðrastaðni greiddi høgtkvalificeraður persónur frá í ÚF. Her er eisini talan um eina kappingarráðs uppgávu.

Prísirnir eru farnir eina væltilrættalagda himmalflugt, og teir lenda ikki aftur av sær sjálvum.

Prinsurin, ið skal vekja kappingarráðið úr sínum Tornerósusvøvni, má finnast og fara til verka í stundini, so vit kunnu fáa stovnsett eitt virki kappingarráð, áðrenn fjøldin ger bart og verður noydd til at bróta upp um armar og seta neyðug tiltøk í verk, ið kunnu fáa steðgað galskapinum.

Tí nú kann vera well.