Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Fiskivinnunýskipanin - samgongan og Sambandsflokkurin

Fiskivinnupolitikkur - 

Eru uppskotini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum ov langt hvørt frá øðrum til at kunna skapa eina semju ella er ein semja gjørlig? Mín partur skal ikki liggja eftir at finna eina breiða politiska semju

Framtíðar skipan av fiskivinnuni

Við nýggja uppskotinum um eina nýskipan av fiskivinnuni, hevur samgongan nú greitt boðað frá, hvussu samgongan ynskir, at fiskivinnan skal skipast í framtíðini. Longu fyri einum ári síðani boðaði Sambandsflokkurin greitt frá sínari loysn uppá eina nýskipan av fiskivinnuni.

Fyri nógv kann tað tykjast torgreitt at seta seg inn i eitt slíkt lógaruppskot, ið hevur so nógvar tættir, sum regulera so nógv ymisk viðurskifti.

Tá tosað verður um eina fiskivinnunýskipan verður vanliga skilt millum tríggjar tættir:

1. Lívfrøði (stovnsrøkt og umsiting av tilfeinginum í havinum)

2. Búskapur (inntøkuskapan og mest møgulig virðisskapan)

3. Samfelag (øllum borgarunum til góðar)

Lívfrøðilig burðardygd

Lívfrøðilig burðardygd merkir, at stovnsrøktin av fiskastovnunum, skal vera so góð sum til ber. Fyri at hetta skal verða gjørligt, mugu tey, sum varða av stovnsrøktini fáa røttu amboðini í lógini, fyri at kunna tryggja góða stovnsrøkt.

Vit vita, at ein skipan við fiskidøgum, ikki hevur verið heppin fyri stovnsrøktina. Lívfrøðingar mæla til, at farið verður yvir til eina kvotaskipan í staðin fyri dagaskipan.

I uppskotinum hjá samgonguni, verður hildið fast í eini dagaskipan fyri 2018, og farið verður yvir til kvotaskipan fyri trol og línuskip í 2019, meðan útróðrarflotin heldur fram við fiskidøgum.

Samanbera vit hetta við uppskotið hjá Sambandsflokkinum, eru hesi stórt sæð meinlík, tí einasti munurin er tann, at Sambandsflokkurin vil yvir til kvotaskipan longu í 2018.

Ikki allir fiskimenn eru glaðir fyri at fara frá dagaskipan til kvotaskipan, men her eiga vit at minnast til, at allur fiskiskapur eftir pelagiskum fiski og í Barentshavinum, Flemish Kap, Íslandi og í Grønlendskum sjógvi, er skipaður við kvotum, og hesir fiskiskapir roynast væl. Tá fiskifrøðingarnir samstundis meta, at betur er at fara yvir til kvotaskipan fyri fiskiskapin undir Føroyum, er neyvan nakar ivi um, at tað er rætta loysnin.

Búskaparlig burðardygd

Búskaparlig burðardygd merkir, at fiskiskapurin skal geva gott avlop fyri vinnuna og fyri tey, sum virka í vinnuni, t.v.s. fiskimenn, reiðaríir og tey, sum virka fiskin á landi. Her er neyðugt, at vinnan sjálv sleppur at leggja sítt virksemi til rættis, uttan at lógin áleggur teimum, hvussu tað skal gerast. Hetta inniber, at lógin skal ikki siga, hvørjir reiðskapir skulu brúkast, hvussu tað skal fiskast og við hvørjum fiskiførum.

Tað skal vera upp til vinnuna sjálva at gera av, hvussu hon ynskir at skipa sín fiskiskap, hvørji fiskifør hon ynskir at brúka og hvør reiðskapur skal brúkast.

Í dag áleggur lógin, hvørji skip skulu brúkast og hvør reiðskapur skal brúkast. Lógin ger tað nærum ógjørligt at broyta fiskifar og reiðskap, við tað, at skottir eru sett millum skipabólkarnar, og enntá reglur, sum skipa fiskiskapin niður í smálutir. Tí er upplagt, at ein fiskivinnunýskipan slítur tey høft, ið binda fiskivinnuna niður, soleiðis at hon framyvir sleppur at verða búskaparliga burðardygg.

Her er tað, at uppskotið hjá samgonguni fastheldur skottini millum skipabólkarnar, og harvið varðveitir tað spennitroyggju, sum vinnan alt ov leingi hevur verið bundin av.

Í uppskotinum hjá Sambandsflokkinum verða skottini tikin burtur, og vinnan sleppur frítt at leggja sítt virksemi til rættis og at laga seg til umstøðurnar, sum broytast yvir tíð. Hetta fer sjálvsagt at gera, at vinnan fær møguleika fyri at skapa nógv størri avkast, og at fiskimenn fáa nógv meira burturúr, eins og teir gera í øðrum londum, og í øðrum fiskiskapi, t.d í tí pelagiska og í Barentshavinum.

Her er ein rættuliga stórur munur á uppskotunum báðum, har uppskotið hjá Sambandsflokkinum er munandi betur.

Samfelagslig burðardygd

Samfelagslig burðardygd merkir, at fiskiríkidømi skal koma øllum borgarunum til góðar. Tað merkir, at fiskurin í størst møguligan mun skal virkast í Føroyum, soleiðis at virksemi verður skapt í samfelagnum. Tað merkir eisini, at alt skal førast í land, t.v.s. allur fiskur, eisini høvd, rogn, livur og garnar, soleiðis at alt hetta meirvirði kann fáast til høldar.

At enda merkir hetta eisini, at eitt ávíst tilfeingisgjald verður álagt vinnuni, tá hon fær frammíhjárætt til tilfeingið.

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum tekur hædd fyri øllum hesum viðurskiftum, og hevur eina hóskandi javnvág, soleiðis at ikki ov stórar byrðar verða lagdar á vinnuna, men at samfelagið kortini fær sín rættvísa og rímuliga part burturúr.

Uppskotið hjá samgonguni roynir eisini at taka hædd fyri hesum viðurskiftum, men fer eftir mínum tykki alt ov langt við uppboðssøluni av fiski og við royndarkvotunum.

Fæst uppboðssølan at virka til fulnar soleiðis sum samgongan ætlar tað, fer hon at áleggja vinnuni eitt alt ov stórt tilfeingsgjald, soleiðis at tað verður nærum ógjørligt hjá vinnuni at skapa eitt nøktandi avkast av sínum virksemi.

Vit hava sum samfelag ikki brúk fyri, at fiskivinnan verður skattað so hart, at hon ikki hórar undan. Tvørtur ímóti hava vit brúk fyri eini sterkari og sunnari fiskivinnu, sum er før fyri gera munadyggar íløgur í framtíðar vinnubygnað, bæði á sjógvi og á landi.

Er ein semja gjørlig?

Stóri spurningurin er nú, um uppskotini hjá samgonguni og Sambandsflokkinum eru ov langt hvørt frá øðrum til at kunna skapa eina semju ella um ein semja er gjørlig?

Omanfyri eru nevnir tríggir av høvuðstættunum í eini fiskuvinnunýskipan; lívfrøðilig, búskaparlig og samfelagslig burðardygd. Nógvir aðrir tættir eru í eini fiskivinnunýskipan; t.d. at manningin skal lønast eftir føroyskum sáttmálum, umsitingarætlanir, føroyskur ræðisrættur og antitrust, hvussu havrannsóknir skulu skipast og mong onnur viðurskifti.

Tryggjast má, at heildin í nýggju fiskivinnuskipanini hongur saman.

Í flestu førum er lítil og ongin munur á uppskotunum hjá samgonguni og uppskotinum hjá Sambandsflokkinum, t.v.s. at størsta forðingin liggur í veruleikanum í tveimum viðurskiftum, nevniliga búskaparligari og samfelagsligari burðardygd.

Skal ein semja náast - og tað átti ikki verið ógjørligt - so er tað í hesum báðum viðurskiftum, at vit eiga at seta okkum niður og finna eina semju.

Tá samráðingar vóru millum Sambandsflokkin og samgonguna um fiskivinnunýskipanina, varð ógvuliga tætt uppá eina semju um hesi viðurskifti, og semjan lá í stóran mun, har sum Sambandsflokkurin ynskti hana.

Um politiski viljin er til tað, og partapolitikkur verður lagdur til síðis, meðan áhugamálini um fiskivinnuna og samfelagið sleppa at ráða, átti ikki at verið trupult at nátt eini semju.

Hetta so álvarsliga mál eigur ikki at gerast ein partapolitisk kastibløka.

Mín partur skal í øllum førum ikki liggja eftir at finna eina breiða politiska semju.

Magni Laksáfoss

løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og næstformaður í Sambandsflokkinum

RN