Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fiskivinnunýskipanin kostar kommununum 130 milliónir

Ein partur av nýskipanaruppskotinum er at flyta 130 milliónir úr kommunukassunum og inn í Landskassan.

Sambært tí tilfari, sum Fiskimálaráðið hevur sent Ríkisumboðnum, sum so aftur hevur sent Nationalbankanum upplýsingarnar, so má ætlanin verða, at flyta 130 milliónir úr kommunukassunum og yvir í Landskassan.

Undirritaði fekk í summar skjal úr fiskimálaráðnum við útrokningum av tilfeingisgjaldi. Og tað framgongur rættuliga klárt, at ein partur av ætlanini er at lækka hýruna hjá fiskimonnum 652 milliónir. Hesar 652 milliónirnar eru partur av tilfeingisgjaldinum, sum sigst verða 1 milliard.

Havi fyrr víst á, at stórur partur av tilfeingisgjaldinum longu er goldið og tí verður talan í stóran mun um flytingar heldur enn nýggjar inntøkur. Skattur er jú longu goldin av lønini. Men tað missakommunurnar.

Um vit seta skattaprosenti til 20% so fer Fiskivinnunýskipanin at kosta kommunukassunum 130 milliónir.

Havandi í huga rokið um 12,5 milliónir, so verður stuttligt at vita, hvat borgarstjórarnir siga til at missa 130 milliónir!

Eivind Jacobsen
Strendur

P.S. annars er at siga, at einki fantilsi er í roknistykkinum, sum sent er ríkisumboðnum. Men tað vita øll, uttan nakrir búskaparfrøðingar.