Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fiskivinnan má røkja føroysk áhugamál

2014-06-04 21:08

Tíðin er komin, at avgerðir verða tiknar um framtíðar fiskivinnuna í Føroyum.

Óvissan økist fyri hvønn dag, sum vit nærkast 1. januar 2018, tá verandi loyvi ganga út.

Vit eiga at innrætta fiskivinnuna, so hon røkir føroysk áhugamál og fremur búskaparvøkstur og fólkavøkstur her á landi.

Rakstarróp um uppboðssølu av fiskirættindum hava leingi verið frammi í miðlunum, har vinstravongurin við Sosialinum, Kringvarpinum, Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum draga somu línu.

Vanlig hugsandi fólk síggja klárari fyri hvønn dag, at hesi rakstrarróp um uppboðssølu eru tóm og skilaleys í praksis.

Ein uppboðssøla hevði avhent okkara fiskatilfeingi til útlendskar kapitalsterkar fyritøkur, sum høvdu fiskað við útlendskum skipum og avreitt í útlendskum havnum. Hetta fremur ikki virðisøking í Føroyum, men hevði heldur tikið støðið undan føroysku vinnuni.

Uppboðssøla hevur verið roynd í Kili, Ruslandi og Estlandi, har hon sambært granskarum er miseydnað og slept.

Á Falklandsoyggjunum og í Namibia hava tey roynt at selt útlendingum fiskirættindini, og er úrslitið at útlendingarnir hava ongan áhuga í stovnsrøkt og heldur ikki í at gera íløgur á landi og enn minni í nýggjar avleiddar vinnur.

Vit eiga at menna føroysku fiskivinnuna og leggja nýggjar tryggar karmar fyri hana, soleiðis at hon heldur á at styrkja vinnuna á landi, búskapin og samfelagið.

Um ynski er at krevja inn pening fyri tilfeingið, so er hetta møguligt við eini einfaldari skipan, har kilogjald verður ásett eftir parti av ársúrslitinum í ymsu veiðibólkunum.

Treytin fyri einum gjaldi skuldi verið, at vinnan fekk tryggar karmar við umsetiligheit, stabiliteti, tryggum brúksrætti og frælsi at laga veiðitólini til tørvin.

Ein einfaldur leistur fyri kilogjald hevði givið vinnuni kendar karmar, sum vóru lættir at rokna inn í framtíðar planlegging og íløguætlanir.

Í verandi støðu eru ótryggleikarnir so stórir, at fleiri halda sær aftur við at seta gongd á nýtt virksemi og gera íløgur í vinnuna.

Hendan naggatødn er skaðilig fyri framburðin. Hóttanir um uppboðssølu, sum tekur alt avlop úr vinnuni, eru eisini skaðiligar.

Vónandi kann sitandi samgonga skipað fiskivinnununa av nýggjum, so hetta álvarsmál ikki verður givið upp til skutil.

Vinarliga

Jógvan Poulsen, formaður í Havnar Framburðsfelag