Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fiskivinnan í Norðoyggjum

2019-08-27 10:11

Tjóðveldi hevur knúst fiskivinnuna, drigið alt úr økinum, og nú hevur vinnan ikki bara verri tilverugrundarlag, hon hevur mist sítt tilverugrundarlag. Og norðoyatingfólk hava bara hugt at og bert arbeitt fyri miðstaðin o.s.fr .

Nei, øll tøl vísa, at fiskivinnan í Norðoyggjum hevur havt stóra framgongd, og nógv størri lutfalsliga framgongd enn í restini av landinum.

Nógv best gongst í Norðoyggjum, tí samlaða avreiðingarvirðið hjá øllum skipabólkum í Norðoyggjum er vaksið við 41% - meðan tað fyri restina av flotanum er vaksið við 27%.

Talið á løntakarum í fiskivinnuni á bæði sjógvi og landi í Norðoyggjum er vaksið, og lutfalsligu lønarútgjaldingarnar árliga eru vaksnar munandi í bæði fiskiskapi og fiskiídnaði. Í miðal fyri hvønn løntakara úr 523.000 kr. upp í 692.000 kr.

Taka vit bólkarnar undir einum, so er avreiðingarvirðið vaksið 329 milliónir krónur frá 2014-2018, og tilfeingisgjøldini eru vaksin 85 milliónir sama tíðarskeið, so samlaða framgongdin í Norðoyggjum er 244 milliónir krónur. Og hetta hóast, at í hesum tíðarskeiði er makrelkvotan lækkað seinastu tvey árini, kvotan í Barentshavinum er lækkað, og sildaprísurin er fallin munandi.

Norðoyingar vinnara

Við Fólkaflokkinum á odda verður sátt niðurlaging, afturgongd og dómadagur. Menn eins og kappast um at vísa á, hvør hevur fingið minst og hvør hevur størst afturgongd. Men nei, her norðuri duga vit bæði at fiska og at dríva flakavirki. Í 2014 hoyrdu 37% av samlaða avreiðingarvirðinum til Norðoyggjar. Í 2018 er hetta talið 42%, alt av hugaðum fólki. Og stóra virkið, Kósin, hevur eisini tikið við avbjóðingunum og hevur bygt út.

Alt hetta uttan fólkaflokspolitikk!

At vit ikki eru samd um, at bert fá skulu sleppa framat, tað er ein onnur søga. Eg haldi, at øll eiga at sleppa framat øllum í Føroyum, sum við øllum øðrum í samfelagnum. Tað merkir ikki, at eg og tú skulu eiga skip ella fara til skips. Tað merkir, at tey sterkastu og dugnaligastu vinna í kappingini. Og ongum nýtist at ræðast, als ikki Norðoyggjum, tí marknaðarkreftirnar hava rátt og víst, at norðoyingar taka dystin upp og vinna hann. Sum teir altíð hava gjørt á sjónum.

Framlit heldur enn afturlit

Gongdin má sigast at vera framúr góð, hóast tey altíð skiftandi viðurskiftini við kvotum og marknaðum. Og samanumtikið sæst, at onki bendir á, at nýggja lóggávan førir til vantandi vinning. Skipabólkarnir hava stóran vøkstur í Norðoyggjum, eisini um ein sammetir við restina av landinum, meðan tað er ein minking innan flakatrolarar, einamest tí kvotan er minkað í Barentshavinum og skip er selt, so kvotan heldur ikki hevur verið fiskað. Vøksturin í ymsum skipabólkum er annars øgiligur.

At 200 milliónir eru farnar fyri bakka í sambandi við menningarkvoturnar, tað er enn eitt uppáhald. Tí tingið hevur lóggivið, at menningarkoturnar skulu ganga tvørtur um ár, so hesar verða fiskaðar í ár og júst í hesum døgum.

Vit í Tjóðveldi skulu vera tey fyrst at siga, at mangt kann bøtast. Og vit vilja fegin rætta skeivleikar og fáa skipanina bæði betri og smidligari. M.a. skulu vit tryggja, at veiðigjøld og uppboðssølugjøld ikki verða drigin upp í, tá manningar verða avroknaðar. At útróðrarflotin fær serliga skipan, og at grundarlagið undir menningarkvotunum verður styrkt. Munur skal verða á teimum, ið liva av fiskivinnu, og teimum, sum hava hetta framíhjá.

Spurningurin er, nú afturhaldsflokkar tosa um at bakka, um vit í Norðoyggjum hava ráð til tað. Niðan fyri er leinki til tøl, ið vísa stóru framgongdina. Ymsu skipabólkarnir eru vaksnir við 202%, 114%, 98%, 60% o.s.fr.:

https://logting.fo/files/casewrittenquestion/894/080.18%20Svar%20fra%20H.%20Hoydal%20til%20O.%20Klettskard%20-%20vidurskiftini%20hja%20fiskivinnuni%20i%20Nordoyggjum.pdf

Eina rødd á ting, ið ynskir framburð fyri land og fólk

Óluva Klettskarð, Tjóðveldi