Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fiskiflotin munandi verri úrslit í 2017

Nú árið 2017 er gjørt upp fyri føroyska fiskiskipaflotan, er greitt, at samlaða úrslitið gjørdist munandi lakari enn árið fyri. Samlaða úrslitið fyri flotan í 2017 gjørdist umleið 240 milliónir krónur, sum er umleið 170 milliónir krónur verri enn árið fyri. Fremsta orsøkin til versnandi úrslitið er, at tilfeingisgjøldini til landskassan eru hækkað nógv, og at prísurin fyri ávís pelagisk fiskasløg var nakað lægri enn árið fyri.

Landskassin hevur samstundis fingið munandi meira í inntøku frá fiskiflotanum, og samlaða inntøkan hjá landskassanum hækkaði nógv í 2017. Fiskivinnan rindaði umleið 300 mió. kr. í tilfeingisgjøldum í 2017, har ein stórur helmingur stavar frá veiðigjaldi og ein lítil helmingur frá uppboðssølu. Talan er um eina hækking á umleið 90 milliónir krónur samanborið við 2016. Harafturat rindaði fiskivinnan umleið 50 mió. kr. í felagsskatti av yvirskotinum. Sostatt rindaði fiskiflotin 350 milliónir krónur í gjøldum og felagsskatti í fjør.

Hóast úrslitið hjá flotanum er munandi verri í 2017 enn í 2016, eru hýrurnar á leið tær somu. Tá umleið helmingurin av hýrunum endar hjá landi og kommunum sum lønarskattur, fær tað almenna soleiðis eina munandi inntøku tann vegin. Fiskivinnan rindaði eina slaka milliard í hýrum til manningarnar í 2017.

Tískil kann staðfestast, at tað almenna fekk eina inntøku uppá umleið 800-850 mió. kr. í gjøldum, felagsskatti og lønarskatti beinleiðis frá fiskiskipaflotanum, tá árið 2017 varð gjørt upp. Samlaði umsetningurin hjá flotanum var slakar 3 milliardir krónur í 2017. Sostatt fer eitt virði, ið svarar til ein slakan triðing av øllum umsetninginum hjá fiskiflotanum, beinleiðis í landskassan. Tá er fiskivinnan á landi ikki tikin við í uppgerðina.

Ivasamt er, um fiskivinnan undir verandi skipan og við verandi sáttmálum kann rinda meira í landskassan. Fiskivinnan stendur yvirfyri stórum avbjóðingum við einum aldrandi flota, sum við tíðini krevur útskifting og nýggjar íløgur. Ísland og Noreg byggja í hesum døgum fleiri nýggj fiskiskip, sum t.d. lúka dagsins krøv um gagnnýtslu av allari veiðuni og kunnu tey hava ein meira lønsaman rakstur. Hetta hendir tíverri ikki í Føroyum.

Søgan um føroysku fiskivinnuna seinastu árini hevur tíverri verið, at hon ikki letur nóg mikið til samfelagið. Uppgerðin fyri 2017 vísir hinvegin, at fiskivinnan í 2017 rindaði útvið 850 milliónir krónur til land og kommunur.

Vinnan hevur í mong ár verið fyri eini skipan við tilfeingisgjaldi, men hevur als ikki tikið undir við uppboðssølu. Hon skapar ov stóra óvissu um framtíðina, og prísurin vísir seg at vera alt ov høgur í mun til, at reiðarí kunnu fáa nakað munagott burturúr.

Nú er neyðugt at steðga á og hyggja eftir heildini, áðrenn uppaftur fleiri og hægri gjøld verða løgd á fiskiskipaflotan. Uppskotið um veiðigjald, sum fall burtur í seinastu tingsetu, hækkaði gjøldini til flotan almikið, og talan var um eina tvífalding av verandi gjaldi. Reiðarafelagið tók ikki undir við hesum uppskoti.

Vandin er, at lønsemið versnar munandi, og at kappingarførið hjá flotanum verður sett í vanda. Um føroyski skipaflotin skal hava nakran møguleika framhaldandi at vera í fremstu røð, er neyðugt at hann verður nútímansgjørdur og at møguleiki verður at skifta skipini út við nýggjari før. Hetta er ómøguligt, um ov stórar byrðar verða lagdar á vinnuna.

Stefan í Skorini, stjóri

Føroya Reiðarafelag