Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fiskidagaskipanin spælt fallitt. Hvat er til ráða at taka?

2013-08-15 22:31

Nú ICES mælir til at skerja upsafiskiskapin við slakari helvt, toskafiskiskapin við tveimum triðingum og heilt at halda uppat at fiska hýsu, og politiska skipanin tí hevur følt seg noydda enn einaferð at skerja fiskidagarnar, má tað eftirhondini vera gingið upp fyri teim flestu, at tann fyrr so ofta nevnda heimsins besta fiskivinnuskipan, hevur spælt so logandi fallitt.

Gamaní hevur náttúran seinni árini ikki verið við okkum hvat fiskiskapi undir Føroyum viðvíkur, men tað hevur so sanniliga ikki gjørt støðuna betri, at veiðutrýstið eftir teim veiðuavmarkaðu fiskasløgunum hevur ikki verið stillað í mun til hvussu hesir stovnar hava verið fyri.

Tað eru tríggir stovnar, toskur, hýsa og upsi, ið fiskifrøðin metir krevja veiðuavmarking, og tað er sjálvandi ymist hvussu teir hava verið fyri frá tíð til aðra.

Ein kvotaskipan hevði eggjað skipum at hildið seg burturfrá teim stovnum, sum ringast eru fyri, til tess ikki at raka kvotuloftið ov skjótt. Við ein fiskidagaskipan er tað kanska beint øvugt, tí tann stovnur, sum minst er til av, er møguliga mest eftirspurdur av keyparunum.

Sostatt verjir ein kvotaskipan, væl betur enn ein fiskidagaskipan, teir mest hóttu stovnarnar.

Tað hevur verið pástaðið, at fiskidagaskipanin er sjálvstillandi.

Tann áhaldandi skerjingin í fiskidøgum hevur verið reiðarum dýr. Teir hava støðugt verið noyddir at keypt sær fleiri dagar, og i nógvum førum við at keypt onnur skip úr flotanum. Um umstøðurnar broytast og dagarnir verða stillaðir hin vegin aftur, kann øvugti trupulleiki skjótt stinga seg upp, at dagarnir gerast ov nógvir til tey fáu skipini, og so verður kanska neyðugt at keypa skip inn aftur í flotan.

Nei onki er fiskidagaskipanin sjálvstillandi, Hon er trupul og tung at fáast við bæði í mót- og viðráki.

Fiskidagaskipanin er sostatt hvørki lívfrøðiliga burðardygg ei heldur sjálvstillandi, men tað er verri statt enn so við henni, tí búskaparliga er hon ein rein katastrofa.

Fyrst í nítiárunum bleiv valt politiskt at áseta ein flota fyri føroyaleiðina. Skipatal, bólkar, skipastøddir, motorstøddir, reiðskapur og dagatal bleiv ásett umframt tvørligar og torgreiddar reglur fyri hvussu handlast kundi innanfyri ásettu karmar. Harvið bleiv tann so altumráðandi møguleikin, at kunna tillaga flotan í mun til broyttar umstøður, tikin frá reiðarum, og úrslitið er hareftir.

Um reiðarar í staðin einans høvdu kvotur at halda seg til, og politiska skipanin slett ikki blandaði seg uppí hvussu flotin var samansettur ella hvørji skip, reiðarar brúktu, at fiska kvoturnar, høvdu tað óivað verið heilt onnur skip, sum í dag fiskaðu tað sindrið, sum hóast alt kann fiskast á føroyaleiðini, og helst við væl betri búskaparligum úrsliti.

Umstøðurnar broytast alsamt, bæði tær náttúrugivnu og tær menniskjaskaptu, og tí ber ikki til at halda fast við eina flotasamanseting, sum er ásett fyrst í nítiárunum út frá royndum eini tíggju ár frammanundan, og tað við siga í áttatiárunum.

Umstøðurnar eru hóast alt nógv broyttar síðani áttatiárini, men tað er okkara heimafloti, sum tann einasti, ikki.

Avhøvdi hasa fiskidagaskipanina, áseti kvotur í staðin, og lati reiðarar sjálvar um, hvussu og við hvørjum skipum, teir fiska kvoturnar.

Ein harrans lætti hevði tað eisini verið fyri bæði Fiskimálaráðið og reiðarar, at sloppið undan tí eftir hondini stóru fløkju av reglum og óskrivaðum mannagongdum viðvíkjandi umsiting av veiðiloyvum, fiskiorku og døgum, og í staðin bara at umsitið kvotur.

Thormund Johannesen

Skipsførari og skipsverkfrøðingur M.Sc.