Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fiskakvinnur/Arbeiðslív

2015-01-18 07:21

Eftir at hava skriva “Flakakvinnur”, havi eg hugsa um heitið skuldi verið fiskakvinnur, arbeiðslív. Hóast dagar kundu vera langir og strævnir, var tað enn stravnari hjá undanfarna ættarliði. Fiskakvinnur ið vátar og kaldar vaskaðu fisk í køldum sjógvi ella vatnið - seinni komu vaskiskúrar. Men útgangsstøðið er av Snærfrost, og kundi hetta tað sama verið eitthvørt annað flakavirki í landinum. Har byrjaðu mong við mær, sítt arbeiðslív.

Tað er so nógv sagt og skriva um rokskiparar, raskar sjómenn og onki skal takast frá teimum, teir vóru og eru av raskastu monnum. Ikki vóru korini tespilig umborð mangan. 

Men nú man túrurin vera komin at heira kvinnurnar. Hesar kvinnur, ið vóru eftir heima, áttu børn og áttu børn, gjørdu mat og virkaðu klæðir, ansaðu foreldrum, verforeldrum, høvdu kanska seyð og neyt - tær arbeiddu altíð og hildu øllum uppið - tær hoyrist ikki nógv um.

Nú er hatta fleiri fulltíðarstørv - barnagarð, ellisheim o.a. Tær mundu eisini vera lítilætnar.

Onkuntíð hoyrir man “gott man ikki eigur 10-12 børn sum fyrr”, men tíðin var heilt ein onnur. Nú verur so nógv “roks” gjørt burtur úr hvørjum barni, vil eg næstan pástanda. Alt skal diskuterast og dokumenterast. Tað byrjar beinan vegin í barnagarðinum, skúlanum, pedagogar, sálarfrøðingar, alt skal á banan. Mótaklæðir í barnagarði, tað skilji eg ikki heilt, børnini ána ikki hvat tey eru í, og eru líkaglað. Hvør man tað vera, sum vil hava hesi klæðini? Kanska er tað bara eisini mín manglandi áhugi í móta.

Tá í tíðini var onki gjørt burtur úr børnunum, tey vóru við í øllum arbeiðið, komu ikki við sínum meiningum, eitt sett av gerandisklæðum og eitt av góðum, alt bleiv arva, men tey hava ivaleyst verið nøgd, tí soleiðis var tað bara. Foreldrini blandaðu seg als ikki uppí skúlan, so tað hevur ikki verið stuttligt at veri ein illa dámdur næmingur. Fólk vóru autoritetstrúgv, og onkur man hava fingið okkurt trauma av síni skúlatíð.

Man kann ikki siga alt var betur eina ávísa tíð. Tíðir krevja broyting, hvørt til sína tíð, okkurt hevur verið betur. Tað vóru nógv fleiri fólk um ein nýføðing, menniskju kunna ikki vera tilætlað, at ganga einsamøll í einum rúmi, við eini so krevjandi uppgávu. Mundi tað vera færri føðideprassiónir?

Tey gomlu vóru ikki einsamøll,  og tað eru gomul ið eru virkuliga einsamøll. Her má man allarhelst bara tillaga seg, tað eru so nógv góð tilboð til eldri.

“Roksið” skal ikki misskiljast, foreldur hava vilja og ynskt teirra børnum tað besta, fyrr sum nú, undir givnum umstøðum.

Flakakvinnur.

Komu tær av Bakkanum oman ígjøgnum brekkuna so lættar og fattar,                                                                 á Snarfrost tær stóðu á rað við hvør sínum bakka.             

Tá ið langir vóru dagar og møðin stór, stutt var fjús og okkurt glepsi millum kvinnur fór.

Tað kann tykjast so einfalt við bandið at standa, men nógv um lívið vit lærdu, um vinskap, samanhald og so nógv annað. Hvør skal verða mamma, hvør skal verða omma, hvør skal fermast, hvør skal giftast, ja, alt hetta varð fylgt við áhuga í.

Tá ið “lurtararnir og vit” úr útvarpið spældi, og lagið var gott, onkur skemtari stemmaði í, sangur og látur um høllna fór.

Árini gingu og sporini tyngdust, slitnir kroppar píndir av gikt takkaðu fyri seg. Ikki var nógv hóvasták, ongan málning og ikki í søguni skrivað finnur tú teirra nøvn.

Men í okkara minnum liva tær allar.

Ei heldur mundi tað vera á bonaðum gólvum tær trivust best við teimum “fínu”, vit vóru av arbeiðarastætt og eru stoltar av tí.

Trúfastar og álítandi bæði til arbeiðis og við hús tær vóru – einki lá eftir.                                                            Hetta gjørdist teirra  lívsstarv, og onga orsøk tær hava at smæðast burtur.

Tær vóru megnarkvinnur.