Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fimti ár síðani Junikríggið í 1967

Fimti ár síðani Junikríggið í 1967

Tann 5. juni 1967 lupu ísraelsk hernaðarflogfør í einum á fleiri egyptiskar flogvøllir, og eftir trimum tímum var egyptiska hernaðarflogmegin løgd í oyði.

Seks dagar seinni hevði Ísrael vunnið á øllum sínum fíggindum í norðuri, vestanfyri og sunnanfyri og við hesum veitt landinum eina trygga framtíð.

“Har Ha' Beit B' Yadeinu.” Hetta var ein av teim týdningarmestu fráboðanum undir Seksdagakrígnum í 1967. “Tempulplássið er í okkara hondum.” Hesi orð fingu hermenn at gráta av gleði, og tey broyttu søgu Jerúsalems med alla..Lt Gen. Mordechai “Motta” Gur, leiðari í deildini, sum tók tók gamla býarpartin aftur, sendi hesi boð.

Tað var eftir harðar bardagar og stórt mannfall, at tann ísraelski herurin tann 7. juni1967 tók tann gamla býarpartin í Jerúsalem frá jordanarum. Tað var fyrstu ferð síðan 1948, at tað var møguligt aftur hjá jødum at koma fram at tí mest heilaga staðnum hjá jødadóminum, Ha-Kotel, Vesturmúrinum, eisini kallaður Grátimúrurin. Jødar hava livað í Ísrael í umleið 4000 ár, frá tíðini, tá ið teir bíbilsku patriarkarnir livdu (o.u. 1900 f.Kr.).

Søgan hjá tí jødiska fólkinum, tess høvuðsstaði Jerúsalem, og tí jødiska templinum har, er ein søga um útlegd, oyðilegging og endurbygging.

Í 3000 ára søgu Jerúsalems er býurin lagdur í oyði 17 ferðir, og er hann uppafturbygdur 18 ferðir. Tað hava altíð verið nakrir jødar eftir í Jerúsalem, hóast hópdráp og neyð, sum fylgdi við fremmandum ræði og álopum, framd av hermonnum úr fremmandum londum. Tað einasta tíðarskeiðið, jødar ikki livdu í Jerúsalem, var í tíðini beint eftir, at rómverjar løgdu býin í oyði ár 70, og eitt stutt tíðarskeið undir krossferðunum, sum eisini var tað einasta tíðarskeiðið, har Jerúsalem var høvuðsstaður hjá einum ikki jødiskum bólki (frá 1099, tá ið Latín Kongadømið í Jerúsalem var sett á stovn).

Býurin hevur altíð verið høvuðsstaður hjá jødum. Tað var har, at teir jødisku kongarnir búðu. Sanhedrin og høvuðsprestarnir vóru eisini har.

Í 1948, tá ið Ísrael varð sett á stovn, bleiv Jerúsalem sjálvsagt høvuðsstaður tess.

Hinvegin hevur Jerúsalem aldri verið høvuðsstaður hjá nøkrum av teimum muslimum, sum hava havt ræðið har. Hann var ikki høvuðsstaður hjá Umayyad, Abbasid ella Fatamid kalifatinum, sum høvdu ræðið í 400 ár. Ei heldur var hann høvuðsstaður hjá mamelukkum (1260-1516), ottomanum (1516-1917) ella hjá jordanarum, sum ráddu í Eysturjerúsalem.

Vert er at geva sær far um, at stovnandi skjalið hjá PLO, tað Palestinska Nationala Grundarskjalið frá 1964, ikki nevnir Jerúsalem eina einastu ferð.

Vónandi verður Jerúsalem nú og í framtíðini høvuðsstaður Ísraels.

Heri av Reyni