Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fimm milliónir í luftina!

2020-09-10 16:18

Alt tosið um søguliga stórar íløgur í Gundadali hevur fingið aðra vend, nú hvørki HB ella B36 vilja spæla á nýggja graslíkisvøllinum, tí hann snøgt sagt ikki kann brúkast.

Í vikuni kom fram, at nýggi graslíkisvøllurin á Ovara vølli í Gundadali er av slíkum slag, at hann í veruleikanum ikki er brúkiligur til ordiligt fótbóltsspæl fyrr enn um tvey ár, tí ikki fyrr enn tá hevur hann sett seg. Nei, hetta er ikki skemt, men nakni veruleikin, og so væl arbeiðir býráðsmeirilutin!

Hóast fakkunnleikin væl og virðiliga gav teimum á Vaglinum sínar sakligu ávaringar, áðrenn nakar vøllur varð keyptur, varð deyva oyrað vent til. Spurningurin er nú, um tað einasta søguliga við hesi íløgu er, at hon er søguliga størsta feilkeyp hjá Tórshavnar kommunu nakrantíð.

Tað er annars so stutt síðani, at borgarstjórin hoveraði og spottaði okkum í minnilutanum, tí vit vóru farin í sjálvsving um Ovara vøll í Gundadali. Nú fimm milliónir eru farnar í luftina, hoyrist sum vera man minni av Vaglinum enn áðrenn.

Kolldøming

Serliga koyrdi borgarstjórin uppá, at hetta alt samalt vóru íløgur, ið høvdu til endamáls at lúka altjóða krøv, men eisini tað kann stórt spurnartekin setast við, tí ein graslíkisvøllur, ið fær sjálvt bestu leðurbóltar at uppføra seg sum fjaðurlættir plastikkbóltar, ið flúgva í allar ættir, lýkur eingi altjóða krøv!

Dómurin frá fremstu venjarunum hjá HB og B36 er púra greiður, at Ovari vøllur í Gundadali kann ikki brúkast, og tí vilja feløgini nógv heldur halda fram at spæla á Tórsvølli. Vit kunnu ikki bíða í tvey ár, so fryktandi er fyri, at meira enn bara sjálvur vøllurin má gerast umaftur, skulu umstøðurnar svara til prísin.

Í næstum skal UEFA eisini koma at hyggja at nýggja graslíkinum, og neyvan verður tann dómurin mildari, tí hægsti europeiski myndugleikin hyggur at slíkum umstøðum við strangastu eygum.

Vóru ávarað

At borgarstjórin nú sigur seg harmast, er tómt tos, tí áðrenn nakar vøllur varð keyptur, greiddu fakfólk frá og ávaraðu um, hvat úrslitið kundi gerast, valdi kommunan eina loysn, ið ikki hevði ta neyðugu góðkenningina. Og kortini valdu borgarstjórin og hennara fólk at koyra sítt ígjøgnum.

Vit í minnilutanum máttu bara líta á, at tað var í lagi, sum politiska valdið á Vaglinum og umsitingin løgdu fyri okkum. At tað nú vísir seg, at borgarstjórin og býráðsmeirilutin hava handlað ímóti fakkunnleikanum, kunnu vit bara harmast um.

Tað tykist, sum verður bara stýrt fram eftir fummum í høvuðsstaðarkommununi, so tí man tað vera kærkomið hjá veljarunum, at teir skjótt fáa møguleikan at skifta út, so Tórshavnar kommuna aftur kann koma í góðar hendur.

Heðin Mortensen
býráðslimur