Fíggjarpolitikkur til UG

2012-11-03 22:14
Andstøðan í Tórshavnar kommunu, gerð nógv burturúr skuldini, sum kommunan hevur tikið uppá seg. Alt millum 140 til 220 mill. kr. verður nevnt, alt eftir hvør telur. Skuld tyngir einhvønn rakstur. Tað er ongantíð gott at skylda pening, men tað er so lætt at rópa upp um skuld. Fyri at fáa eina fullfíggjaða mynd at støðuni, er neyðugt at hyggja eftir kringumstøðunum, ið hava íkomið eina skuldarbinding.

Føroyar og allur heimurin annars, rendi seg í fíggjarligt vandaveður á heysti 2008. Bankarnir klamsaðu lokið á kistuna og alt virksemið steðgaði upp yvir nátt. Privata vinnuvirksemi, svann skjótt burtur í onki, og fólk við stórum fíggjarligum skyldum mótvegis bankunum, mistu arbeiði. Ein vanlukkulig støða, um ikki kommunan var so sterk fíggjarliga, at hon kundi seta í verk stórar ætlanir, her undir stórar byggiætlanir sum skúlin við Løgmannabreyt, Skúlin á Argjahamri og Boðanesheimið. Byggjarí fyri umleið 300 mill. kr bara í hondverkaraútreiðslur. Afturat kemur ínnbúgv, ráðgeving, grundstykki o.a. fyri kanska 150 til 180 mill.

Hendan lítla hálva milliardin er goldin í krepputíðum, til at hækka støðið á tænastunum, sum kommunan kann veita! Veruligi vinningurin er at byggifyritøkur, handverkarar, tænastuvinnan og arbeiðsfólk hava havt arbeiði at farið upp til um morgunin og pengar til at gjalda fyri seg og síni. Hetta er ímyndin av eini ábyrgdarfullari kommunu, sum stendur við endan tá ið privata vinnan hevur tað trupult.

Í kreppuni fyrst í 90 árunum, steðgaðu bæði privata vinnan og almenni tænastugeirin upp 6. Oktobur 1992. Úrslitið var, at Føroyingar duttu niður í eitt fíggjarligt vakum. Úrslitið var ræðandi, familjur máttu rýma frá húsi og heimi, fyritøkur snaraði lykilin fyri seinastu ferð og samfelagið annars fór í vanrøkt. Tað eru bert fá ár síðani fólkatalið aftur var á sama støði, sum áðrenn kreppuna.

Minnist sera væl tíðina upp til kreppuna. Samfelagshjólini koyrdu skjótari enn nakrantíð fyrr, ongin hevði tíð at liva, arbeiðskraft mátti innflytast. Arbeiðir sum gjørd vóru tá, vóru ov dýr og ov vánalig, tí efturspurningurin var so nógv størri enn útboði.

Tað stutta av tí langa er, at fíggjarstýringin, sum kommunan hevur staðið sum garantur fyri er til UG. Vit hava fingið bygt tveir góðar skúlar og eitt ellisheim- umframt onnur arbeiðir til rímiligan prís. Samfelagshjólini hava koyrt lutfalsliga gott, hóast kreppu. Og tað besta av øllum er, at vit hava – sum fyrsta kommuna í heiminum – set álvara aftan fyri tey føgru orð um grøn tiltøk, við fríðari busskoyring. Alt saman í krepputíðum. Tað er nú ikki so galið!

Sámal Ímundarsson, valevni Tjóðveldis