Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

FÍGGJARPOLITIKKUR: Fíggjarlógin arbeiðir fyri vælferð

2014-12-23 14:21

Hóast nógv arbeiði er eftir at gera fyri vælferðina í Føroyum, vísir fíggjarlógin fyri 2015 røttu taktirnar við at styrkja pensjónir, sjúkrahúsverk og trivnaðartænastuna

Nú stutt undan jólum samtykti Løgtingið fíggjarlógina fyri 2015.

Sum kunnugt er júst fíggjarlógin besta ábending um, hvussu hitt almenna raðfestir ymsu økini, ið krevja almenna fígging.

Sjálvt um andstøðan undir viðgerðini sá at kalla alt ígjøgnum negativar brillur, so er fakta, at Løgtingið hevur lyft vælferðina nakað upp, hóast tað er neyðugt at avmarka hallið.

Her eru nøkur dømi um vælferðarøkir, ið eru prioriterað fram um onnur:


- 10 mió. kr. eru settar av til hægri viðbót til fólkapensjónistar, tvs. uml. 350 kr. eyka mánaðarliga frá 1. juli.

- Sjúkrahúsverkið fær eina meirjáttan á 20 mió. kr.

- Trivnaðartænastan fær eina meirjáttan á 15 mió. kr.

- 600.000 kr. fara til sálarfrøðing í miðnámsskúlunum.

Harumframt hevur t.d. Ítróttasamband Føroya fingið 1,2 mió. kr. til luttøku í altjóða kappingum.

Flestu vita, at neyðugt er at fáa føroysku vælferðina upp á eitt hægri støði, og tørvurin er stórur mangastaðni.

Sum nevnt hava Føroyar fíggjarligar avbjóðingar, men hóast fíggjarligu raðfestingarnar, ið síggjast omanfyri, hevur tað eydnast at halda fast við, at hallið mátti ikki fara upp um 140 mió. kr, sum eisini var málið í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár.

Hugsa eisini um, at 2015 er valár. Tað er kent, at fíggjarlógir hava tað við at bólgna valár, men so er ikki hesuferð. Útreiðslurvøksturin er hildin niðri á einum søguliga lágum støði.

Tølini vísa t.d., at í 2002 vuksu útreiðslurnar 11 % (376 mió. kr), í 2008 vuksu tær 13 % (573 mió. kr), og í valárinum 2011 øktust útreiðslurnar 5 % (250 mió. kr.) í mun til árini fyri.

Næsta ár, ið eisini er valár, verður roknað við einum útreiðsluvøkstri á 2,5 % ella 116 mió. kr.

Umráðandi er, at vit fáa javnvág og avlop á aftur raksturin av samfelagnum, so Føroyar aftur fara at niðurgjalda skuld. Tá minkar vandin fyri øktum rentuútreiðslum, ið kunnu hótta framtíðar vælferð hjá komandi ættarliðum.

Langtíðarmálið er at fáa skynsaman fíggjar- og búskaparpolitikk at ganga hond í hond við øktari vælferð.

Við ynskjum um eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár.

Bárður Nielsen

Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og formaður í Fíggjarnevndini

RN