Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fíggjarligt frælsi treytin fyri politiskum frælsi!

2019-08-22 07:15
At vera persónliga, tjóðskaparliga og ikki minst fíggjarliga frælsur má hvør einstakur ynskja. At vit sum fólk, land ella einstaklingar kenna okkum fræls er ikki tað sama sum, at vit eru fræls. Nei, her ger nógv seg galdandi. Flestu okkara kenna kensluna, tá ið vit seta føtur undir egið borð, við at stovna egið heim ella virki, tí tá krevst peningur.

Tá ið farið verður í ein peningastovn at lána pening, skulu vit lúka tær treytir, sum lánsveitarin setir. Soleiðis er okkara samfelag eisini innrættað. So leingi vit klára at gjalda hvørjum sítt, so kenna vit okkum fræls og kunnu húsast, so sum vit halda vera best fyri okkum øll. 

Men tá ið persónur, virki ella samfelag ikki megna at gjalda meira, so er tað, sum vit hildu vera frælsið burtur í somu løtu. Tað kenna allir føroyingar frá kreppuni, sum knústi einstaklingar, kommunur og land okkara. Eg taki hetta dømi fyri at vísa á, at treytirnar eru tær somu hjá einum einstaklingi sum hjá einum samfelag. Um vit vilja tað ella ei, so stýrir peningaliga ábyrgdin nógv meira enn vit kundu hugsað okkum. Vit mugu minnast til, at vit kunnu ikki tosa um fíggjarligt og politiskt frælsi hvørt um annað. Fíggjarligt frælsi er fortreytin fyri politiskum frælsi. 

Vit mugu hugsa um hetta, tá ið vit fara á val, so at vit tryggja okkum føroyingum gott fíggjarligt og politiskt frælsi í komandi tíðum. Latið okkum tí hyggja frameftir við áræði, dirvi og ábyrgd, men latið fortíðina verða ein lærdóm fyri okkum øll. 

Verður stýrt við neyðugum varsemi, og vinnulívið fær tryggar karmar at virka undir, so fáa allir føroyingar eitt gott land at búleikast í. Tað er tí sera umráðandi at vit hava flokkar á tingi, sum vísa ábyrgd, bæði fyri fólki, vinnulívi og landi okkara. 

Tað ger Fólkaflokkurin. 

Set krossin við Heðin Zachariasen Vel Fólkaflokkin