Útbúgving og starvsroyndir:
M.A. í føroyskum og fronskum máli og bókmentum.
Lisið vegleiðing á Fróðskaparsetri Føroya

Løgtingskvinna síðani valið 1.september 2015. Forkvinna í mentanarnevnd løgtingsins.
Landsstýriskvinna í Útbúgvingar og granskingarmálum síðani 14.februar.

Starvsroyndir m.a. frá Miðnámsskúlanum á Kambsdali sum undirvísari og sum lestrarvegleiðari.

Politiskar og líknandi royndir:
Býráðslimur í Eysturkommunu og forkvinna í Vinnu- og havnanevndini (farloyvi síðani febr.2019), tingkvinna fyri Framsókn og næstforkvinna í Framsókn. Harafturat franskur konsul í Føroyum.

Sum ein av stigtakarunum til Framsókn og vald í Eysturkommunu býrað á listanum hjá Framsókn leggi eg drúgvar royndir við politiskum virksemi og uml.11 ára royndir í býráðsarbeiði og formansarbeiði til.

Framsókn kann vera við til at taka munandi stig á rættari kós fyri okkara samfelag.

Frá ungum aldri havi eg arbeitt fyri størri sjálvbjargni og sjálvstøðugum Føroyum. Korini hjá einstaklinginum og vinnulívi hava eisini havt mín stóra áhuga og hesi virði eru grundarlag undir øllum arbeiði, eg fáist við.

Seinnu árini havi eg arbeitt nógv við útbúgvingarpolitikki og mentanarpolitikki eins og einum fjølbroyttum úrvali av málum innan kommunalpolitikk, sum varatingkvinna og nú sum vald tingkvinna innan landspolitikk.

Afturat hesum koma royndir frá altjóða og norðurlendskum virksemi.

Fígging til sálarfrøðiliga hjálp góða móttøku í løgtinginum

2014-10-23 20:54

Uppskotið um játtan til sálarfrøðing til miðnámsskúlaøkið var til 1. viðgerð í løgtinginum í dag og Framsókn fegnast um góðu móttøkuna, sum málið hevur fingið.

Allir flokkar vóru positivir og vildu royna at finna fram til eina loysn – at finna fígging til sálarfrøðing fyri næmingar á miðnámi og lærlingar sum skjótast. Framsøgufólkini vístu øll á ta fyribyrgjandi ávirkan, sum skjót og lætt atgongilig hjálp hevur fyri ung við sálarligum avbjóðingum.

Eisini landsstýrismaðurin, Bjørn Kalsø, segði seg vera glaðan fyri uppskotið og segði seg eisini vera sinnaðan at arbeiða fyri at fáa eina tílíka skipan at virka, um hann kundi fáa fígging til endamálið.

Málið varð beint í fíggjarnevndina til viðgerðar og Framsókn sær við vón fram í móti eini loysn til hendan tørvin og fagnar tí góða viljanum, sum tykist vera at føra hetta á mál.

Les uppskotið her: http://www.logting.fo/files/casestate/14635/021.14%20U.t.%20eykajattanarll.%20fyri%20okt.%202014-2.pdf