Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðsluviðuskiftini mugu koma í rættlag

2020-10-16 20:47

Tað hevur stóran týddning at fáa ferðsluviðuskiftini í rættlag kring alla Kommununa; serliga við hyggju um tryggleikan hjá borgarunum í Kommununi. Viðlíkahald má raðfestast betri, so sloppi verður undan skaða á fólk. Eisini má kommunan leggja størri trýst á tað almenna fyri, at fáa tryggleikan í hásæti á landsvegum, sum liggja inni á kommunalum økið.

Vit búgva í eini stórari kommunu og vegirnir eru nógvir, og avstandurin stórur. Og vit hava eisini fleiri landsvegir ígjøgnum okkara kommunala øki, sum avvarandi almennu myndugleikar hava skyldu at røkja og seta trygdina í hásæti.

Vegurin ígjøgnum Skálafirði

Hetta er ein vegur sum hevur verið umtalaður í fleiri umførum, og hevur man frá almennari síðu ynskt at flutt vegin niðan um bygdina, og soleiðis leiða ferðsluna burtur úr bygda økinum. Tann loysnin hevur verið á almennu fíggjarlógini, men av eini ella aðrari grund er hetta ikki komið longur enn prát.

Her eigur Runavíkar Kommuna at leggja meira trýst á myndugleikarnar soleiðis, at talan ikki bert er um leyst prát, men at man veruliga fær gjørt nakað við støðuna, hjá hesum borgarum. Hesir borgarar skulu í dag tvørturum ein nógv trafikeraðan veg, sum liggur mitt ígjøgnum bygdina, og er hetta ikki vandaleyst fyri íbúgvarnar har.

Lat okkum sum kommuna koma við eini loysn til almennu myndugleikarnar, sum kann gera verandi veg tryggan. Tað er ikki tíð at bíða til vegurin verður gjørdur omanfyri bygdina, nej vit eiga at fáa núverandi veg dagførdan og soleiðis síggja fram til, at vegurin omanfyri bygdina eisini verður gjørdur.

Vegurin ígjøgnum Søldarfjørð og Lambareiði

Sum flest øll vita er landsvegurin ígjøgnum Søldarfjørð og Lambareiði landsvegur, og er talan um ein veg við stórum tali av akførum koyrandi dagliga. Og nú Skálafjaraðartunnulin letur upp fer talið av akførum kring hesar vegir at økjast munandi. Tí hevur tað týdning at finna eina góða og trygga loysn saman við Landsverki, sum gerð hesi økir trygg fyri teir borgarar ið búgva kring hesar vegir.

Allir borgarar í okkara kommunu skulu kunna føla seg tryggar í ferðsluni, og tað skal ikki vera ein undanførsla at um ein landsvegur liggur ígjøgnum bygt øki, so kann einki gerðast.  Jú, her eiga vit eisini at finna eina loysn saman við almennu myndugleikunum, ið setur borgaran fremst.

Hetta farið eg at arbeiða fyri.

Vinjard Johansen

Valevni á Lista A til Býráðsvalið í Runavíkar kommunu