Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðslu avbjóðingarnar á eystara armi á Skálafjørðinum mugu við í samgonguskjalið.

2019-09-10 08:37

Eg fari hervið, sum varaborgarstjóri og býráðslimur í Runavíkar kommunu, at koma við einari inniligari áheitan á samráðandi samgongu partarnar, um at taka ferðslu avbjóðingarnar á Eystara armi á Skálafjørðinum við í eitt komandi samgonguskjal.

Tað er sera álvarsamt, at vit í stórum fetum nærkast til at koyrandi verður undir Tangafirði, og vit enn ikki hava eina greiða ætlan frá landsmynduleikanum, hvussu vegaføringin frá tunlinum skal ganga!

Vit fáa ein tunnilsmunna upp, mitt í ein miðbý, og tunga ferðslu ið kemur at ganga mitt ígjøgnum tætt bygd økir!

Her er talan um ferðslu ígjøgnum allar bygdirnar framvið eystara armi á Skálafjørðinun, Runavík, Saltangará, Glyvrar, Lambareiði, Søldarfjørð, Skipanes og Bygdina í Skálafirði.

Hetta er sera álvarsamt, og kann fáa sera óhepnar fylgjur fyri tey menniskjuni ið dagliga búleikast og starvast í hesum økinum.

Eg fari eisini at heita á polittikarar um at “sooma” út, og hyggja uppá aðrar alternativar møguleikar enn tunnil úr Gøtudali inn í Skálafjørð, og kanna um tað til dømis ber til at gera tunnil úr Gøtudali og suður undi eystara armi á Skálafjørðinum og út í Runavíkina.

Hetta vil loysa allar avbjóðingarnar við ferðslu gjøgnum tætt bygdu bygdirnar her og stytta munandi um farleiðina úr norður Føroyum til miðstaðin og øvugt.

Góðu samráðingarpartar, latið ikki standa til meira, men fái nú skjalfest eina loysn við tilhoyrandi játtan, so farast kann ígongd beinanvegin!

Við bestu ynskjum um gott samgongustev.

Terje B. Vestergaard

Varaborgarstjóri og býráðslimur í Runavíkar kommunu.