Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðavinnan til tey fáu útvaldu.

 

 

Nú tað í eitt áramál hevur verið rópt um allar geilar, um at ferðavinnan skal mennast og gerðast triðja inntøkubein sum Føroyar kann styðja á, hava nøkur tikið tað til sín og fóru undir at húsa ferðafólkið ígjøgnum Airbnb.

 Hettar var gleðiligt hjá ferðafólkum at komað innum gátt hjá tí føroysku fólkasálina, og eisini húsað teimum ið ikki finguð hotell uppihald

 

 Tann 24-05 helt Kristina Háfoss landstyriskvinna í fíggjarmálum eina talu um ferðavinnuna á Setrinum í Sjóvinnuhúsinum í Havn.

 Nú er vent í holinið. Nú skulu hesi steðgast.

Allarhelst verður tíðaravmarking til útleigan sett.

 Hon kemur ikki nærri inná hví. Men ein kann gita hví , tí í sama andadráttið verður hálovað um, at tvey nyggj hotel verða bygd.

Nú er ikki brúk fyri Airbnb buffarin meira. Hotellinið takað takað tað herfrá við vælsignilsið av okkara fólkavaldu. Tit skulu bara venda aftur til at langtíðarútleiga.

  Kristina Háfoss tekur allar ferðavinnupengarnar frá Palleba og Marsannu, og gevur tær til nakrar fáar útvaldar í hotellvirkseminum.

 

Kann Kristina Háfoss út frá hesi avgerð vísa á nøkur tøl viðv. Airbnb? Hvat eru grundirnar fyri avgerðir tiknar viðv. Airbnb? Hvat er skattainntøkan hjá Airbnb?

Hvar steðgar tað? Er hettar ein glíðibreyt hjá tjóðveldi at gerða seg enn meira á `det ukrænkelige privatliv`? Hvussu nógv skulu vit loyva politikarum at bestemma hvat vit gerða heima hjá okkum sjálvið. Skulu teir diktera hvat fyri blomstir eg skal hava uttanfyri? Aftaná hettar er alt víðopið.

 

Er ein sethúsaeigari ikki líka privatur sum eitt hotell? Um so er, hví fara myndugleikarnir ikki eftir Hotellinum at fáa teir at langtíðarútleiga. Kannska hotellinið vórðu trupulleikin frá byrjan av, og ikki sethúsaeiðarir. Ljóðar láturligt, men støðan er láturlig.

 

Líka litið er ábyrgdin hjá sethúsaeigarum sum hotell eigarum at húsað heimleys.

Landið frásigur sær ábyrgd av íbúðartrupulleikanum við at noyða sethúsaeigarum at langtíðarútleiga.

Tað er skeivt at haldað sethúsaeigarir eiga trupulleikan av íbúðartrotið.

Um Kristina kann vísa á akkurát hvussu nógv heimleys eru í Føroyum, er bara at byggja tað antal av íbúðum. Palleba og Marsanna hava ikki ábyrgd av hesum.

 

Húsaprísir í Tórshavn vórðu høgir langt áðrenn Airbnb. Rentustuðulin og manglandi íbúðarbygging o.a.  eru órsøkir av hesum.

 Og er hesin trupulleiki einans ein lokalur trupulleiki í Tórshavn.

Inntøka av langtíðarleigu runt um í Føroyum er ikki altíð møgulig, og er ein Airbnb inntøka kærkomin. Ikki minst í suðurøkinum.

Hetta vísir kannska akkurát hvussu stuttonkt tað er, at skerja hesið økið frá møguligum inntøkum við at tíðaravmarkað útleiðan til Airbnb.

 

Sum nú er, verður bygt ein ørgrynnað av leiguíbúðum, ið ger at eftirspurningur eftir langtíðarleigu av sethúsaíbúðum fer at minkað.

Útstykkingar á Strondum, Skála, Runavík, Toftir, og á Sandið fara eisini at minka um íbúðartrotið.

 

Alt í alt er Airbnb ein góð inntøka fyri landið, og haldast skal aftur av forðingum, tí um fá ár fer íbúðartrotið at minkað nógv, og tá standa sethúsaeigarnir bæði uttan langtíðarleigara og stutt tíðarleigarar. Tað er ongin ið vinnur í tí støðu.

Hví ikki hava bæði.