Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðavinnan í Mykinesi

2020-06-10 11:06

Mykines er ein av okkara náttúruperlum. Tá ið fólk koma til Føroyar, stendur Mykines oftast ovast á listanum yvir støð, sum tey bara mugu vitja. Og tað er ikki av ongum. Serliga er tað ríka fuglalívið í oynni, ið hevur givið vestastu oyggj okkara hesa serstøðu. Og tað er eisini hetta, sum hevur gjørt, at Mykines er útnevnd sum Ramsar-øki. Tað, at vit sum land hava tikið undir við Ramsar-sáttmálanum og útnevnt trý Ramsar øki, merkir í stuttum, at vit hava bundið okkum til at verja hetta økið og at seta í verk tiltøk, ið kunnu tryggja, at økini verða umsitin á burðardyggan hátt.

At altsamt fleiri ferðafólk fara til Mykinesar er vorðin ein avbjóðing, serliga fyri gongdina ígjøgnum lundalandið. Hvørt ár ganga túsundtals ferðafólk meiri ella minni óskipað gjøgnum Lamba, størsta lundalandið í Føroyum, í bútíðini hjá lundanum. Øllum er greitt, at hetta er til bága fyri fugl og lendi, ið týðiliga eru ávirkað av nógvu gongdini. Kanningar hjá fuglafrøðingum vísa m.a., at tað eru færri lundaholur við pisum, tess nærri tú ert gøtuni, og at tað serliga er sildberin, grundarlagið undir sjálvum lundastovninum, ið verður illa órógvaður.


Tilgongdin higartil

Í nógv ár hevur tað verið skilligt, at neyðugt er at seta tiltøk í verk, ið skipa ferðavinnuna í Mykinesi betur. Tá ið menningardeildin fór til verka fyri tveimum árum síðan, lá Mykines tí frammarlaga í huga. Menningardeildin hevur verið á nógvum Ramsar fundum og havt tætt samskifti við náttúrumyndugleikar, jarðareigarar, kommunu, fuglafrøðingar og ferðavinnuna um, hvussu tað kann gerast. Harumframt hava vit gjørt skelti o.a., sum eggja til rættan atburð og vísa á gonguleiðir í Mykinesi. Saman við kommununi hava vit eisini staðið fyri arbeiðinum at gera nýtt útsýnisstað í Mykinesi.

Menningardeildin hevur tó ongar formligar heimildir at gera av, hvussu viðurskiftini skulu skipast. Tað eru jarðareigarar, ið gera av, hvussu gongdin uttan fyri bøgarðarnar verður løgd til rættis, tað er SSL og privatir veitarar, ið gera av, hvørjar treytir skulu vera fyri siglingina til Mykinesar, og tað er kommunan, ið ger av, hvørjar íløgur verða gjørdar í undirstøðukervið innan fyri kommunumark. Menningardeildin hevur átikið sær arbeiðið at samskipa og gera tilmæli til tiltøk, ið kunnu skipa ferðavinnuna betur, at eggja pørtunum at gera tað rætta og at stuðla úrvaldum átøkum fíggjarliga. Og tað hava vit gjørt.

Tá ið jarðareigar í 2017 tóku stig til grannastevnu við tí endamáli at skipa ferðsluna uttan fyri bøgarðarnar betur bæði fyri at verja náttúru og fugl, men eisini fyri at fáa inntøkur frá vaksandi ferðavinnu til viðlíkahald o.a., hildu vit øll, at hetta var eitt stig á rættari leið, sum sjálvsagt mátti sleppa at standa sína roynd. Vit hava nú fjórða summarið, eftir at grannastevnusamtyktin í Mykinesi varð sett í gildi, og kunnu staðfesta, at einastu ásetingarnar í samtyktini, sum eigararnir hava fylgt, er kravið um gjald. Ásetingarnar í samtyktini um avmarkingar, ferðaleiðara o.a. eru ongantíð settar í verk.

Tað góða í samskiftinum við partarnar, ið hava verið umboðaðir í Ramsar-høpi, t.e. jarðareigarar, kommuna, umhvørvismyndugleikar og fuglafrøðingar, hevur verið, at mestsum allir partar hóast alt hava verið samdir um, at neyðugt er at seta í verk avmarkandi tiltøk, ið gera, at farið verður væl um lendið og sum verja lundan betur. Eg haldi eisini, at greiða fatanin á Ramsar-fundunum hevur verið, at partarnir hava verið samdir um, at ikki var ráðiligt at halda fram við arbeiðinum at gera trappur í Lamba, eftir at nøkur trin vóru gjørd í 2016.


Tilmæli um náttúruvernd, fuglavernd og ferðavinnu

Á sumri 2019 bjóðaði menningardeildin amerikanskum serfrøðingi í burðardyggari lendisumsiting til Føroya serliga fyri at kanna umstøðurnar í Mykinesi og heilt uttanveltað at meta um, hvat ið eigur at vera gjørt. Við støði í hesum metingum, savnaðu vit viðkomandi serkunnleika og avvarðandi myndugleikar við tí endamáli at gera eitt felags fakligt tilmæli um, hvørji tiltøk kunnu verða sett í verk, sum hava náttúruvernd, djóravernd og ferðavinnu fyri eyga. Hesi tilmæli vóru fyrst viðgjørd á fundi í Mykinesi og síðani løgd fram á almennum fundi í Sørvági 7. februar í ár.

Eitt av høvuðstilmælunum frá bólkinum, ið fevnir um Havstovuna, Tjóðsavnið, Umhvørvisstovuna, Sørvágs Kommunu, Visit Vágar og Visit Faroe Islands, er, at verandi leið gjøgnum búøkið hjá lundanum eigur at vera stongd fyri allari vanligari gongd í bútíðini. Mælt verður til, at Lamba verður skipað sum serligt verndarøki sambært lóg um náttúrufriðing, og at kanningar verða settar í verk, sum kunnu staðfesta neyvari, hvussu gongdin í hesum viðbrekna øki kann verða skipað, og hvussu ein gøta oman ímóti brúnni til Hólman kann verða gjørd, so hon ikki órógvar lundan.

Í tilmælinum eru eisini fleiri uppskot, ið vísa á, hvussu ferðavinnan kann verða betur skipað, hvørjar aðrar gonguleiðir eru betri at nýta, hvussu kunningin kann betrast og í heila tikið, hvussu ein burðardyggari ferðavinna í Mykinesi kundi sæð út.

Vit halda ikki, at ferðavinnumøguleikarnir í Mykinesi versna við at avmarka ella steðga gongdini gjøgnum lundalandið. Tvørturímóti høvdu verndartiltøk víst í verki, at ferðafólkini nú vitja eitt stað, har virðingin fyri fuglalívinum og øðrum náttúrugivnum ríkidømi er í hásæti, og har hetta ríkidømið verður umsitið burðardygt. Og tað ber væl til framhaldandi at taka gjald fyri at vitja slíkt stað. Tað er í veruleikanum óhoyrt fyri eitt modernað samfelag, at tað ber til hjá ferðafólki at ganga mitt ígjøgnum fuglalond, tá tað er greitt, at hetta hevur stórar avleiðingar fyri trivnaðin hjá fuglinum.

Ferðafólk fara framvegis at vilja sleppa til Mykinesar, tí sannleikin er tann, at tey allarflestu ferðafólkini longu eru hugfangað, tá ið tey eftir ein sera vakran siglitúr stíga á land og verða heilsað vælkomin av øllum ritunum við bryggjuna í Mykinesi. Tá tey so eisini kunnu ganga túrin fram við eggini út á Rógvuna, beint fram við ótalligum lundum og við góðum útsýni til súluna á Hólmanum, so hava øll fingið tað, tey eru komin eftir. Ongin væntar at fáa loyvi at kunna ganga beint ígjøgnum meginbúøkið hjá lundanum, tað sleppur eingin nakrastaðni.

Vilja vit hava eina burðardygga ferðavinnu, mugu vit eisini vera til reiðar at seta í verk avmarkingar, ikki bara fyri ferðafólk, men eisini okkum sjálv. Gongdin ígjøgnum Lamba er ikki burðardygg, og vit eru noydd at hugsa um aðrar mátar at reka ferðavinnu í Mykinesi í framtíðini, ið ikki eru til so stóran ampa fyri lendi og fugl. Og tað ber væl til.

Tilmælið um náttúruvernd, fuglavernd og ferðavinnu í Mykinesi er ein roynd at vísa, at tað væl ber til at verja náttúruna og hava ferðavinnu um somu leið. Tað er eisini aðaltátturin í menningarætlan okkara, ið ber heitið “at menna og varðveita um somu leið”. Uppgávan hjá menningardeildini er at virka fyri eini burðardyggari ferðavinnu, og tað er støðið undir tilmælunum.


Hví eru jarðareigarar ikki við í tilmælinum?

Tá ið vit frættu, at jarðareigarar ætlaðu at fara undir at gera eina grúsgøtu og trappur gjøgnum Lamba, var tað fyri mong eitt síðsta tekin um, at gyltu ætlanirnar um at seta í verk avmarkingar og verndarátøk ikki vóru reellar. Slík ætlan segði okkum so mikið, at jarðareigararnir ikki høvdu í hyggju at fylgja tilmælunum frá Ramsar-bólkinum um at avmarka gongdina gjøgnum lundalandið mest møguligt. Ein grúsgøta og trappur ígjøgnum størsta lundaland Føroya eggjar til, at uppaftur fleiri ferðafólk skulu hava møguleikan at ganga túrin.

Øll eru, sum nevnt, samd um, at støðan heldur ikki, og at tað er betri fyri bæði lendið og trygdina hjá teimum vitjandi at hava eina gøtu og trappur gjøgnum bratta lendið, um fortreytin er, at fólk framvegis skulu hava somu óavmarkaðu atgongd gjøgnum hetta økið.

Trupulleikin er bara, at hetta er heilt skeiv fortreyt at virka eftir. Týdningarmesta fortreytin, eisini fyri eina framtíðar ferðavinnu, er, at vit eru før fyri at verja og umsita okkara tilfeingi og geva komandi ættarliðum eins góðar møguleikar at uppliva náttúrugivið ríkidømi, sum vit hava havt, t.e. ein burðardygg loysn. Tað ger eitt so grovt inntriv í lendið og búøkið hjá lundanum ikki.

Vit hildu tí, at ráðiligast var at gera eitt fakligt tilmæli um, hvussu ein burðardyggari ferðavinna í Mykinesi kann verða skipað uttan at gera ætlaða inntrivið í Lamba. Vónin var, at hetta kundi vera eitt konstruktivt útspæl við øðrum møguleikum og varligari inntrivum, ið jarðareigarar síðani kundu umrøða og vónandi taka undir við, ið hvussu er partvíst, heldur enn at halda fast í ætlanini um at gera gøtuna.

Eftir at tilmælini vóru løgd fram, var heitt á partarnar at viðgera ymisku uppskotini frá bólkinum, og at vit síðani kundu hittast aftur at umrøða vegin fram. Av tí at brúgvin út í Hólm skuldi umvælast í ár og at ferðsla tí ikki kundi ganga gjøgnum Lamba í summar, hildu vit at hetta var eitt frálíkt høvi at finna fram til eina góða og væl umhugsaða loysn.


Gøtan

So kom Korona og vendi alt á høvdið, og fokus hjá øllum í ferðavinnuni flutti av góðari grund til onnur átrokandi tiltøk, sum vóru neyðug at seta í verk.

Tá ið Korona-tiltøkini vóru í hæddini, frættu vit, at jarðareigarar í Mykinesi eisini høvdu verið upptiknir í Korona-tíðini, nevniliga við at gera grúsgøtu og trappur gjøgnum Lamba.

Tað haldi eg veruliga ikki, at nakar hevði væntað. At líkasælan og virðingin fyri fakligum tilmælum og myndugleikum er lítil, tað hava vit sæð fyrr, men máti skal vera við.

Uppaftur syrgiligari er at síggja, at tað kundi verið handfarið so nógv betur. Skal gøta partú verða gjørd gjøgnum eitt so viðbrekið og týdningarmikið øki í Føroyum, kann tað um ikki annað verða gjørt rætt eftir ráðum frá serkunnugum fólki, sum duga at leggja gøtur, landslagsarkitektum og øðrum. Ella kundu fólk verið farin á skeið hjá menningardeilini um at gera gøtur, eitt skeið vit høvdu stutt frammanundan, at farið varð undir at gera gøtuna.

Ofta verður sagt, at myndugleikar og ferðavinnan skal spyrja seg fyri og tryggja góðan dialog við partarnar fyri at koma fram á røttu loysnirnar. Tað haldi eg veruliga, vit hava gjørt í Mykinesi. Tað eru nógv fólk, ið hava brúkt sera nógva tíð til at finna loysnir á hesum øki. Men dialogur gongur jú báðar vegir, og vit hava saknað, at jarðareigarar eisini nýta høvi at umrøða ætlað tiltøk, áðrenn tey verða sett í verk. Ella í minsta lagi fylgja lógini og biðja um loyvi frá friðingarnevndini, áðrenn farið verður til verka.

Gøtan í Mykinesi loysir ikki avbjóðingarnar við ferðavinnuni í Mykinesi. Gøtan ger tað tryggari at ganga ígjøgnum Lamba og ger ivaleyst, at flestu ferðafólkini ganga á eini gøtu heldur enn at slíta lendið, men tað kann ikki bera í bøtuflaka fyri, at hundraðtals lundaholur eru lagdar undir grús, og tað loysir ikki trupulleikan við áhaldandi órógv frá fólki, tvørurímóti.


Næsta stig

Søgan úr Mykinesi lýsir sera væl, hvør støðan er við ferðavinnuni í Føroyum. Vit hava í roynd og veru eingi amboð, tá ið tað veldst um gongd í haga, náttúruvernd, fuglavernd og burðardygd. Alt vísir seg at bera til, og tað er upp til meiri ella minni tilvildarlig fólk at gera av, hvussu okkara náttúra verður umsitin, meðan myndugleikar og fakfólk sita á síðulinjuni og fylgja við. Og úrslitið er har eftir. Tað vísir seg ofta, at fólk heldur velja at smekka til og gera bara okkurt heldur enn at gera tað rætta.

Mykines-dømið vísir, so tað skríggjar til himmals, hvussu stóran tørv vit hava á at fáa lóggávu á hesum økinum. Fáa vit ikki lóggávuna, fara vit at síggja fleiri dømi av sama slag, og tað verður ikki møguligt at skipa eina burðardygga ferðavinnu í Føroyum, ið tryggjar, at náttúrutilfeingið og harvið grundarlagið undir øllum vinnuligum virksemi verður varðveitt.

Mest átrokandi fyri ferðavinnuna er at fáa nýggjar og greiðari reglur fyri gongd í haga, men tað er eins týdningarmikið, at vit fáa nýggja náttúruverndarlóggávu og lendislóggávu, ið gevur okkum betri amboð at verja náttúru og djóralív, og sum ásetir, hvat virksemi og hvat byggjarí er loyvt í náttúruni.

Vit halda framvegis, at tilmælini eru eins viðkomandi, og vit ætla framhaldandi m.a. at virka fyri, at nýggjar farleiðir verða merktar, at skúlin í Mykinesi verður gjørdur til eitt “visitor-centre”, har ferðafólk kunnu leita sær kunning um fugl, veiðumentan, keypa minnislutir og ein túr við ferðaleiðara o.a.

Vit halda eisini, at tað framvegis er átrokandi at skipa Lamba sum serligt verndarøki sambært løgtingslóg um náttúrufriðing. Tað málið er farið í gongd og verður í næstum viðgjørt í yvirfriðingarnevndini.


Jóhan Pauli Helgason


Tilmæli um náttúruvernd, fuglavernd og ferðavinnu í Myk