Ferðavinna og kloakkir
2012-11-03 21:52
Ferðavinna og oljuvinna
Talið á ferðafólkum, ið koma til landið, veksur alla tíðina. Í Sørvágs kommunu hava vit eitt tað mest avmyndaða staðið í landinum: Tindhólm, Drangarnar og Gáshólm, men vit hava so øgiliga nógv annað eisini. Vit hava millum annað Mykines, Gásadal, Bjørgini, bygda- og hagagøtur, søvn – alt hetta, og nakað væl meira afturat, kunnu vit sum kommuna verða aktivt við til at betra um. Og tá er hetta nakað, ið gevur pengarnar fleirfaldað aftur í kommunukassan, um rætt verður atborið, og at alt verður gjørt í tøttum samstarvið við vinnuna og serkunnleikan í hvørjum einstøkum føri.
Kloakkirnar undir heilt
Sjálvandi skal jørðarbeiði ikki gloymast her, tí nú má og skal kloakkin undir heilt og leiðast út á streymasjógv. Hetta líkist ongum, at vit, tá pengakassin var á tremur við milliónum, ikki gjørdu arbeiðið liðugt og fingu kloakkviðurskiftini í lagi. Hetta má og skal fáast upp á pláss, tí kravið uttanifrá er, at alt skal verða gjørt...

í seinasta lagi í 2015.
Og ikki minst vil eg stríðast fyri, at alt arbeiði, ið er byrjað uppá, skal gerast liðugt. Kommunan er eftirhondini eitt stórt byggipláss, har nógv ikki verður gjørt liðugt; í nógvum krevst bert ein seinasta hond.
Ynskir tú broytingar, trivnað og framburð?
Eg bjóði meg fram.
X við Súna F. Selfoss á Lista B