Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Ferðasambandið í Tórshavnar kommunu

2020-10-16 14:57

 SO HENDI TAÐ AFTUR.........!!!!!!

Ternan skal til 40 ára klassifisering (flokking), einki avloysaraskip er komið enn, corona herjar í landinum, og vit verða øll kroyst saman í Jósup, sum til dagligt er ein fantastiskur bátur, men ikki til Nólsoyarleiðina í hesum coronatíðum, har vit ikki hava nakran livandi møguleika at halda frástøðu.

Eg veit væl, at hetta er ein landspolitisk uppgáva, men hetta eru borgarar í Tórshavnar kommunu, sum ikki fáa somu tænastu og rættindi sum aðrir borgarar í kommununi. Tí má kommunan nú taka ábyrgd og fara inn í hetta málið fyri sínar borgarar, ongantíð ov skjótt.

Kanska kommunan skal átaka sær raksturin av Nólsoyarsiglingini? Hetta lati eg standa ósvarað!

Um Nólsoyggin skal hava lív lagað, má annað skil koma í viðvíkjandi ferðasambandinum millum Havnina og Nólsoynna. Her eru umleið 150 fólk, sum ferðast ímillum dagliga, í skúla, til arbeiðis, lækna, tannlækna, til frisør og onnur vanlig gerandisørindi. Her eru børn á stovni, meðan foreldrini eru til arbeiðis, og ferðasambandið ger,  at tey flestu børnini eru 10 tímar á stovni frá kl. 7.00 á morgni til kl. 17.00 á kvøldi. Tað kann ongin bjóða sínum børnum í dag. Hóast foreldrini kundu hugsað sær at arbeitt niðursetta tíð, sleppa tey ikki heim áðrenn eftir sínum børnum. Hetta er ikki í lagi. Eg vænti ikki, at nakar av teimum sum sita og gera hesa ferðaætlan høvdu viljað gjørt hetta ímóti sínum egnum børnum. Sama er galdandi fyri børnini, sum ganga í fólkaskúla og á Glasi í Havn. Tey sleppa heldur ikki heim fyrr enn í fyrsta lagi kl. 17.00.

Sama er eisini galdandi eftir skúlatíð, tá serliga ungdómurin skal til Havnar til frítíðarítriv. Her eru nógv tónleika-, ítróttar- og listarlig børn sum eru framúr góð til tað tey gera, men verða konstant forðaði í at halda seg framat orsakað av ferðasambandinum. Tey hava heldur ikki møguleika at vera saman við flokksfeløgum og vinfólkum sum heild orsakað av ferðasambandinum. Stutt sagt, okkara børn og ungdómar eru fyri vanbýti og skerd í sínum sosiala lívi.

HETTA SKAL BROYTAST FRAMEFTIR !!!

Við at seta krossin við MEG á lista E, fær tú eina ektaða rødd í Tórshavnar býráð fyri TEG !

Anja Hartmann Wardum

valevni hjá Suðurstreymoyar Tjóðveldi

#Kommunuval 2020