FERÐ TIL SVØRÍKIS AVLÝST

2020-05-04 10:22

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Tíðindaskriv: Atlantic Mission 26.04.20

Tú kanst hoyra innslagið í Krist. Tíðindasendingini á R7.fo Trýst her: https://r7.fo/news/24276/kristiliga-tidindasendingin-vid-poul-johan-djurhuus-95-29-april-2020

MYND: Frá Virserum

____________________________________________________________________________________

FERÐ TIL SVØRÍKIS AVLÝST

I meiri enn eitt hálvt ár hevur felagsskapurin ”Atlantic Mission” fyrireikað eina evangeliska ferð til svenska býin Virserum og økið har á leið.

Hesar fyrireikingar hava verið gjørdar í samarbeiði við eina av samkomunum har.

Men orsakað av herjandi koronasóttini, sum eisini hevur rakt Svøríki meint, hevur nevndin í Atlantic Mission - í samráð við fyrireikandi samkomuna í Svøríki - valt at avlýsa ætlaða átakið, sum skuldi fara fram fyrst í august mánaði, sigur Svenning av Lofti í tíðindaskrivi.