Bogi er 47 ár, og er giftur Jóhannu. Tey eiga 2 dreingir Hugin 15 ár og Nóa 11 ár. Bogi er valdur í Tórshavnar Býráð fyri Fólkaflokkin.

For. í Vinnunevndini
Limur í Teknisku nevnd
limur í trivnaðarnevnd
limir í eldranevndini
formaður í fjarðhitafelagnum

Felagshús og ljós á Tórsbreyt

2016-09-29 00:01

 Við Tórsbreyt fekk frælsi ítrótturin í høvuðsstaðnum góðar umstøður, men enn manglar tað seinasta í, áðrenn umstøðurnar at íðka frælsan ítrótt í Havn eru nøktandi. Tí eiga vit sum skjótast at fáa bygt eitt felagshús og sett upp ljós við Tórsbreyt. Hetta, so feløgini og tey, ið íðka hesar ítróttargreinar, hava tak yvir høvdið, og somuleiðis goyma ta útgerð, sum er fortreytin fyri at íðka flestu ítróttargreinar innan frælsan ítrótt.

Um full nytta skal fáast burtur úr Tórsbreyt, er somuleiðis neyðugt at fáa ljós sett upp við vøllin, so umstøðurnar at venja alt árið gerast nøktandi.

Sum øllum kunnugt eru dagarnir hávetursmánaðarnar stuttir, og myrkrið er ein stórur ampi fyri venjingarnar hesa tíðina. Flestu venjingar ganga sjálvandi fyri seint seinnapartin ella um kvøldið, tá myrkrið hevur lagt seg.

Eins og flestu av hinum ítróttarfeløgunum í býnum í størri ella minni mun hava tak yvir høvdið, eiga eisini feløgini innan frælsan ítrótt, Bragdið og Hvirlan, at fáa tað. Hesi feløg hava somuleiðis fyri neyðini at útvega sær best møguliga útgerð, og fyritreytin fyri hesum er, at feløgini hava hølir at goyma hana í. Tað vil siga eitt gott og rúmligt reiðskapsrúm.

Hóast Tórsbreyt er heimavøllur hjá feløgunum innan frælsan ítrótt, so nýta nógv onnur feløg í býnum Tórsbreyt til partar av teirra venjingum. Eitt nú Havnar Svimjifelag, Havnar Fimleikarfelag, Ljósið, Kyndil, KÍF, H71, Neistin, HB, B36 og helst onnur við. Tórsbreyt hevur sostatt stóran týdning fyri flestu ítróttarfeløg í býnum, og tí mugu umstøðurnar vera best møguligar.

Umframt limir í ymsum ítróttarfeløgum, nýta nógvir einstaklingar Tórsbreyt at íðka á. Tí eiga vit at at gera alt fyri, at umstøðurnar á Tórsbreyt gerast best møguligar. Hesum vil eg sjálvandi arbeiða fyri í eini komandi býráðssetu.

Bogi Andreasen, býráðslimur
Fólkaflokkurin