Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Felag til gagns fyri føroyskt

2020-01-30 13:19

Felag til gagns fyri lærugreinina føroyskt er sett á stovn.

Bjóðað var til stovnandi aðalfund á Miðnámi á Kambsdali mikukvøldið 30/10 – 2019 klokkan 19, og innbjóðingin vendi sær til føroysktlærarar á øllum stigum, frá barnagarði til fróðskaparsetur.

Stigtakarar til felagið eru Katrin Næs, Henrietta A. Jacobsen, Jastrid á Dalbø og Óluva Klettskarð.

Á fundinum var greitt frá visjónunum um aftur at fáa eitt virkið felag, sum kann skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum, og fáa kjak í lag um lærugreinina føroyskt. Hetta er fyrsta punktið í § 2 í viðtøkunum fyri felagið, sum snýr seg um endamál felagsins: at gagna føroyskum úr barnagarði til fróðskaparsetur.

Ynski er at byggja brýr og at samstarva í víðastu merking millum føroysktlærarar; at elva til samstarv millum tey ymisku økini í skúlaskipanini.

Endamálsorðingini snýr seg somuleiðis um at hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum gjøgnum “Nordspråk”. Tað hevur stóran týdning at hava vitan um mál, mentan og tekstir hjá hvørjum øðrum, og um samskifti – at luta hesa vitan við sínámillum. Nordspråk hevur bæði summarskeið og heystskeið, sum lærarar í Føroyum stundum luttaka í. Og í 2021 verður summarskeiðið í Føroyum.

Felagið var stovnað, og vald vórðu

· Jastrid á Dalbø

· Henrietta Arge Jacobsen

· Christina Jensen

· Óluva Klettskarð

· Helena Kannuberg

· Tiltakslimur er: Katrin Næs

Á fyrsta fundi skipaði nevndin seg við Óluvu Klettskarð sum forkvinnu, Jastrid á Dalbø sum næstforkvinnu, Christinu Jensen sum skrivara, Henriettu Arge Jacobsen sum kassameistara og Helenu Kannuberg nevndarlimi. Viðtøkurnar fyri felagið vóru samtyktar, og nevndin var samd um at nevna felagið Føroyamál. Felagið miðar eftir at hava í minsta lagi tvey tiltøk um árið, og fyrsta tiltakið verður í mars mánaði. Limagjaldið verður 200kr árliga.

Felagið hevur stovnað eina fb-síðu, nevnd Føroyamál til skjótari samskifti og eina teldupostadressu foroyamal@skulin.fo. Tey, ið ynskja at gerast limir, kunnu venda sær til felagið.

Viðtøkur felagsins eru:

§1: Navn felagsins er Føroyamál
§2: Endamál felagsins er at gagna føroyskum á øllum stigum úr barnagarði til fróðskaparsetur. Hetta verður framt við at:

· skipa fyri fakligum og námsfrøðiligum tiltøkum og kjaki um lærugreinina

· elva til samstarv millum lærarar í føroyskum

· hava samstarv við móðurmálslærarafeløg í hinum Norðurlondunum gjøgnum
“Nordspråk.”


§3: Í nevndini eru 5 limir, valdir soleiðis, at annaðhvørt ár fara tveir nevndarlimir frá og
annaðhvørt ár tríggir. Haraftrat varð ein tiltakslimur valdur.
Tey ymsu stigini í skúlaverkinum skulu vera best møguligt umboðað í nevndini.
Nevndin skipar seg sjálv.

§4: Aðalfundur verður hildin eina ferð um árið.
S
krá skal lýsast 14 dagar fyri fundin.
Skrá:
1. Val av orðstýrara og skrivara
2. Ársfrágreiðing
3. Roknskapur
4. Ásetan av limagjaldi og freist fyri inngjalding
5. Lógarbroytingar
6. Innkomin mál
7. Val av nevnd og grannskoðara
8. Ymiskt
Avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta.

§5: Uppskot til broytingar í viðtøkunum skulu kunngerast saman við skránni til aðalfundin og verða samtyktar við vanligum meiriluta.

Vegna felagið,

Óluva Klettskarð