Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Mynd: Fríðálvur A. Jensen

Fekk mítt “flashback”

- ein spennandi ferð frá 50´unum og frameftir

At hava livað í eini so spennandi tíð, sum vit føroyingar hava gjørt hesi seinastu mongu árini við tónleiki, var nakað eg bara noyddist at uppliva á palli í Norðurlandahúsinum.

Fyri tað fyrsta vil eg siga, at úrmælingurin, Suni Merkisstein, aftur her hevur birt undir og grivið í tónleikaskattinum, sum nú eisini kundi upplivast á palli.

Sera heppið, hevur hann fingið Magnus Johannesen at seta tónleikin upp, har eg alla tíðina varð undirhildin við sera framkomnum og væl leiktum tónleiki.

Eg sat alla tíðina og hugsaði, um tað nú var rætt at uppsetingin skuldi vera í big band stíli, men kom til ta niðurstøðu, at tað júst var í tí sjangruni, hesar uppsetingarnar fingu sína virðiliga endurgeving.

Fleiri av uppsetingunum vóru í heimsflokki, men onkuntíð varð sangurin doyvdur eitt sindur, tí hornini stóðu so frammliga í ljóðmyndini.

Kortini var mín samlaða uppliving sera góð, og eg fekk júst ta upplivingina eg vónaði at fáa – flott!

Eg hugsi serliga um lagið “Hvønn ein mánadag”, sum hegnisliga var sett upp, men eisini fingu Carlsen systrarnar eitt retro ljóð, sum eg haldi riggaði einastandandi.

Hugsaði eisini um trompetirnar, trombonirnar, saxofonirnar og tvørfloytununa, hvussu gjøgnumført hetta var, tí tað skal ein hegnisliga hond til at fáa hesi ljóðførini at standa væl í ljóðmyndini, tí, sum eg havi nevnt, eru hesi kraftig í sínum úttrykki.

Legði eisini væl merki til góða bass- og guitarspælið, sum stóð seg væl, men onkuntíð hevði eg kortini vilja hoyrt okkurt guitarstykki, sum kundi brotið av frá annars frálíku floytusolounum.

Hugsaði eisini um, tá lagið “1001 nátt” varð framført, hvussu einastandandi væl røddin og “gurglandi” stemmubondini hjá Sámali Ravnsfjall riggaði saman við trombonunum.

Røddin hjá Signari er ikki av teimum kraftigast, so onkuntíð hvarv hon eitt sindur í ljóðmyndini, men kom hon væl til sín rætt, tá hann, Guðrun Sólja og Kristina sungu duettir saman.

Sjálvt um tekniski parturin onkuntíð ikki var heilt ókey, so haldi eg annars, at júst henda samansetingin av ymsu sangarunum, ið vit annars kenna úr øðrum sjangrum, riggaðu væl saman og hvør sær.

Sigurður Flósason gjørdi sítt arbeið til lýtar, so øll konsertin samanlagt, var ein stór og minnilig uppliving – takk fyri!

Fríðálvur A. Jensen