Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Farvæl til grindadrápið

2013-11-28 20:28

Grindadráp umboðar ein triðing av allari umrøðu av Føroyum á alnótini. Og knøpp 40 prosent av borgarum í okkara mest spennandi ferðavinnumarknaðum siga, at grindadrápið minkar um hugin at vitja Føroyar. Tí áttu vit at veittrað hesi siðvenjuni farvæl.

Fyri góðum mánaði síðani vísti Danmarks Radio sjóvnarpssendingina Horisont, sum skuldi eitast at viðgera føroysku avbjóðingina í sambandi við kvinnufráflyting. Eftir sendingina vóru nógv á gosi um, hvussu evnið varð lýst, og hvørja mynd av føroyska samfelagnum DR sýndi fyri restini av kongaríkinum.

Søgan um flýggjandi kvinnur var síðani endurgivin á øðrum heimasíðum, og skjótt fór søgan um føroyingar, sum innflyta brúðrar úr fjareystri, um allan heim gjøgnum eitt nú BBC og Yahoo News. Sendingin hjá DR er bara eitt av nógvum dømum um banalar, grunnar ella hálvgum niðrandi lýsingar av føroyska samfelagnum í donskum og øðrum útlendskum miðlum seinastu árini.

Eitt annað dømi var málið um at víðka grein 266b í revsilógini, sum í 2006 endaði í fleiri útlendskum miðlum, og sum helst hevur givið útlendskum lesarum ta fatan, at føroyingar einans eru óupplýstir, tilafturskomnir og homofobiskir oyggjabúgvar. Hetta, hóast uppskotið um at leggja samkynd afturat diskriminatiónsparagraffini endaði við at blíva samtykt í løgtinginum. Tað týdningarmiklasta, vit lærdu av málinum, var helst, at tá ið uppskotið varð samtykt, var skaðin á føroyska umdømið longu hendur. Hetta gongur sjón fyri søgn hjá nógvum útisetum, sum regluliga fáa spurningin um sonevnda føroyska homohaturin.

<b>Grindadráp skaðar ferðavinnuna</b>

Men tað mest áhugaverda við omanfyri nevndu dømum er, hvussu uppøstir føroyingar kunnu blíva av nøkrum, sum hevur lutfalsliga lítlan týdning og lítla ávirkan á føroyska umdømið í globalum samanhangi. Tí tað, sum uttan iva elvir til mest negativu umtaluna av føroyska samfelagnum, er grindadráp.

Sambært eini frágreiðing um kappingarsamleika, sum Uttanríkisráðið lat gera í 2009, var grindadráp “næstan tað einasta, Føroyar eru kendar fyri.” Henda niðurstøðan var partvíst bygd á samrøður við føroyingar í vinnufremjandi stovnum og fyritøkum, har grindadrápið sum heild varð uppfatað sum størsta avbjóðingin hjá føroyska umdøminum, og partvíst á eina miðlagreining, sum vísti, at kritikkur og skemmandi orð um Føroyar orsakað av grindadrápi umboðar ein triðing av allari umrøðu av Føroyum á alnótini.

Kanningin, sum ein av fremstu bretsku kanningarstovnunum, Ipsos Mori, gjørdi fyri WSPA fyrr í ár, vísir ein líknandi tendens. 37% av útlendingum í okkara fimm størstu ferðavinnumarknaðunum – USA, Bretland, Týskland, Italia og Danmark – siga, at tey høvdu hildið seg aftur við at vitja Føroyar orsakað av grindadrápi. Sjálvandi kunnu hesi 37 prosentini ikki roknast um til krónur og oyru, og sjálvandi er trupult at gera upp, hvussu nógv ferðafólk vit missa hvørt ár. Men hetta talið átti at gjørt okkum meira tilvitað um, hvat fólk aðrastaðni halda um grindadráp, og hetta vera vit onkursvegna noydd at fyrihalda okkum til.

<b>Høg ferðavinnumál</b>

Stjórin í Ferðaráðnum, Guðrið Højgaard, var í Degi og Viku 16. august og legði fram ætlanina um at hækka umsetningin á ferðavinnu frá 400 milliónum til 1 milliard krónur innan 2020. Í somu samrøðu segði Guðrið, at høvuðsmálbólkurin hjá Føroyum sum ferðamannaland eru útlendingar, sum hava áhuga í náttúru. Hetta kemur ivaleyst ikki óvart á nakran, tí náttúran er okkara sterkasta kort í kappingini við grannalondini.Trupulleikin er, at fólk við áhuga fyri náttúru eisini hava áhuga fyri, hvussu djór verða viðfarin. Allar hugsandi grundgevingar fyri grindadrápi koma ikki at broyta henda veruleikan.

Summi fara ivaleyst at siga, at mentanarligu vinningarnir bæði við at drepa og at eta grind viga tyngri enn fíggjarligi missurin. Men føroyingar áttu at skilt, at eitt gott umdømi úti í heimi er meira vert enn úrtøkan og nyttan av grindadrápi. Og at tað harvið hevði verið fíggjarliga skynsamt at gevast við grindadrápi. Og at føroyski samleikin er bygdur á eitt so sterkt grundarlag, at hann á ongan hátt er treytaður av drápi av havsúgdjórum.

<b>Ein farin tíð</b>

Sjálvur havi eg altíð verið glaður fyri ein spikbita av og á, og eg kenni eisini ein ávísan stoltleika í sambandi við føroysku grindasøguna, ikki minst soleiðis, sum hon hegnisliga verður lýst bæði í listini hjá Mikines og í skaldsøgum og stuttsøgum hjá Poul Karbech Mouritsen og Heðin Brú. Søguliga kann grindadrápið setast í samband við ein bardaga fyri at yvirliva. Grindin var eitt manna av himli, sum kom afturat tí svikaligu úrtøku av føði, sum jørðin, djórahaldið og ein óálítandi útróður gav. Men henda tíðin er sum kunnugt farin.

Og í dag hevur nútímans grindadrápið ment seg til nakað, sum er skaðiligt fyri Føroyar. Hetta hóast framstig eru gjørd í sambandi við drápshættir og drápsamboð. Tørvurin og rætturin at skaffa dygdargóðan mat kundi rættvísgerast, áðrenn vit byrjaðu at drepa og slakta nógv meir, enn brúk var fyri, og áðrenn vit gjørdust tilvitað um tær álvarsligu avleiðingar, sum tvøst og spik kann hava fyri heilsuna.

<b>Og hvat so?</b>

Merkir hetta so, at føroyingar skulu geva eftir, hvørja ferð umheimurin fegin vil hava okkum at broytast? Sjálvandi ikki. Vit skulu til eina og hvørja tíð halda fast í okkara sjálvsavgerðarrætti, bæði tá ið tað viðvíkur sildatrætum, grindadrápi og øðrum. Hinvegin vera vit noydd at vera tilvitað um, at grindadrápið hevur ein kostnað, og vit mugu áhaldandi meta um, hvørt tað er gagnligt at halda fram við tí ella ikki. Serliga, tá ið tað er ein politisk raðfesting at meir enn tvífalda ferðavinnuna næstu sjey árini.

Vit mugu ansa eftir, at vit ikki undirmeta hvussu fíggjarliga skaðiligt grindadrápið í veruleikanum er. Umdømið hjá einum landi hevur búskaparliga størri týdning enn nakrantíð fyrr, og av tí at lond gerast tættari knýtt gjøgnum alnótina, tættari ferðasamband, samvinnu og mentanarliga samansjóðing, fer týdningurin av tjóðarbranding at vaksa í framtíðini. Ikki bara í sambandi við ferðavinnu, men eisini í

øðrum vinnu- og mentanarsamanhangi.

Um eitt land er illa umtókt, gerast møguleikarnir sum heild, færri. Hetta er ein sjálvfylgja. Tá ið hugburðurin til grindadráp er so kritiskur úti í heimi, er tað bæði bláoygt og vandamikið at skúgva málið til viks og vóna, at vit kunnu kompensera við okkara vøkru náttúru ella við vakra sanginum hjá Eivør og Teiti. Tað kunnu vit tíverri ikki.

Rógvi Absalonsen er MSc í mentanarsociologi og starvast dagliga í WSPA Nordic í Keypmannahavn.