Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fantastiskt, at vit nú sleppa í gongd!

2014-05-26 17:00

Nýggjur Musikkskúli við landavegin

Loksins verður musikkskúlin bygdur í Havn, og gongur alt sum tað skal, so verður skúlin liðugur um ca. tvey ár. Farið verður nú undir at útvega neyðugu byggiloyvini og at gera smærri tillagingar, so at Klovni Kletturin, kemur til sín rætt í nýggja umhvørvinum úti við Landavegin.

Musikkskúlin hevur fingið íblástur frá einum klovnum kletti á Kirkjubønesi. Tað er umráðandi at hesin bygningur liggur á einari grønari fløtu, sum tílíkir klettar jú oftast gera. Og tað ber væl til at endurskapa á við Landavegin.

Skúlin er teknaður og skipaður í tøttum samstarvi við allar brúkararnar. Tað vildi verið spell at slept øllum hesum góða arbeiði, bara fyri at tekna eitt annað hús. Serstakliga, tá ið flest øll eru samd um, at Musikkskúlin kemur at bera seg væl á stykkinum úti á Landavegnum. Og hann kemur at samvirka væl í einum umhvørvi, har yðjandi lív av børnum og ungdómi verður hvønn dag.

Um orsøkirnar til, at býráðið tók avgerðina at flyta musikkskúlan út á Landavegin er at siga, at meiriluti er ikki í býráðnum fyri at byggja í Sortudíki. Tað verður hildið vágið at seta so stórt hús í eitt díki, sum vit kanska ikki vita, hvussu fer at hátta seg. Tað verður hildið óbótaligt, at byggja so nær við Norðurlandahúsið, og tað er misnøgd við, at kostnaðarmetingarnar bara vaksa. So hví halda fast um eina gamla avgerð at byggja í Sortudíki, um hon er skeiv. Tað verður eisini bíligari at byggja við Landavegin. Og býráðið hevur útvegað neyðuga fígging.

At eitt samt býráð hevur sýnt dirvi at broyta avgerðina, so at vit sleppa í gongd nú, er at fegnast um. Hetta er ikki óseriøst, sum onkur vildi vera við í gjár – hetta er politiskt handverk. Hvørki musikkskúlin, starvsfólkini og allarminst teir nógvu næmingarnir kundu bíða longur.

Ítróttarhøllin flytur frá Landavegi í Gundadal

Nú byggisamtyktin við Landavegin skal broytast, so at musikkskúli kann byggjast á stykkið, har dupulthøll skuldi vera, hevur býráðið tryggjað sær, at tað framvegis ber til at byggja høll í sama øki. Ikki eina dupulthøll – sum vit heldur ikki hava ráð til í bræði, men eina vanliga høll. Og hon skal sjálvsagt ikki misprýða nýggja musikkskúlan.

Til tess at nøkta skríggjandi tørvin á hallar- og venjingartímum í Havn, hava vit avgjørt at byggja eina ítróttarhøll upp í Gundadalshøllina. Gundadalshøllin var upprunaliga ætlað at vera dupulthøll, men tað komst ongantíð á mál við hesari byggiætlan.

Gundadalur er “eitt Mekka” fyri ítróttarfólk, har vilja øll sleppa at venja. Men har hava verið ov fáir halllartímar.

Tað sigur seg sjálvt, at tað er nógv nógv bíligari at byggja upp í Gundadalshøllina enn at byggja dupulthøll við Landavegin. Eisini til hesa verkætlan er fígging fingin til vega, tá ið býráðið endurskoðaði fíggjarætlanina herfyri.

Tað er í tøkum tíma, tí feløgini í Havn eru í svárari neyð. Avleiðingarnar av at ítróttarfeløgini ikki kunnu bjóða børnum og ungum inn, duga vit valla at meta um. Og tá ið vit hava mist tey, er tað ov seint.

Ein Spíri í Havnardali

Sum dømi um, hvussu stóra nyttu ein lutfalsliga lítil upphædd kann gera, havi eg hug at nevna Frítíðarskúlan Spíran í Havnardali.

Tað verður mett at sparingin at flyta musikkskúlan út á Landavegin er einar 4-5 milliónir. Tað kann kanska tykjast sum smápengar, tá ið skúlin skuldi kosta uml. 67 milliónir. Men fyri minni enn hesa upphædd, hava vit á seinasta býráðsfundi samtykt, at útvega frítíðarskúlanum Spíranum nýtt innivist.

Í hesum frítíðarskúla í Havnardali, fáast børnini við alt frá at velta til at passa høsn, dunnur og onnur kríatúr. Tey húsaðust í so vánaligum umstøðum, at hølini ein dagin herfyri snøgt sagt smokkaðu saman. Og børn og vaksin stóðu á berajólum.

Nú verða nýggj høli fingin til vega, sum hóska væl til endamálið. Tað hevur eydnast at finna eina loysn, sum kostar 3,7 milliónir, og sum kann vera klár næsta skúlaár. So fyri lítla upphædd, minni enn sparingina at flyta Musikkskúlan, hava vit loyst ein risastóran trupulleika hjá uml. 70 børnum og starvsfólkunum við. Næsta skúlaár koma úti við 70 børn at ganga har hvønn dag. Og tey stórtrívast. Tað hevði ikki borið til við ongum hølum.

Vesturskúli – størri felags nytta.

Frítíðarskúlin Spírin hoyrir til Venjingarskúlan, sum saman við Kommunuskúlanum kemur at húsast í nýggja Vesturskúlanum. Og sum eisini kemur at fáa felags nyttu og gleði av nýggja musikkskúlanum.

Enn er Vesturskúlin ikki komin á tekniborðið, og fíggingin skal fáast til vega. Her er einki at bíða eftir, tí Kommunuskúlin er, sum øll vita ikki brúkiligur sum skúli longur, og býráðið hevur gjørt av, at hann skal ikki endurskapast sum skúli.

Tað hevur stóran skund at skapa virðiligar karmar fyri børnini í Kommunuskúlanum og Venjingarskúlanum.

Kommunuskúli, miðbýarætlan og mentanathús

Kommunuskúlin og miðbýarætlanin ganga hond í hond. Mentanarnevndin hevur samtykt, at Kommunuskúlin skal vera mentanar- og virksemishús. Har eru óendaliga nógvir møguleikar, og til ber at lata upp ein grønan geira heilt oman í miðbýin. Eg haldi meg síggja júst somu tankar í miðbýarætlanini, sum í gjár vann arkitektakappingina.

So til tey sum halda, at andsøgn millum avgerðina at flyta musikkskúlan út á Landavegin, og so nýggju miðbýarætlanina, er at siga - at so er ikki.

Neyðugt at raðfesta

Stór tøk skulu fremjast á barna- og ungdómsøkinum í Havn, og langt frá alt er ikki nevnt í hesari grein - tí mugu vit samskipa so væl sum til ber og raðfesta. Miðað eigur eisini at vera eftir gera tað møguligt, at lætta um í skattatrýstinum hjá borgarum í Havn.

Onkur hevur flutt seg her og onkur annar har. Og skynsemi er millum tær avgerðir, sum nú eru tiknar.

Tað eiga vit at virðismeta.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar Býráðs