FANNY CROSBY TIL MINNIS - sangskrivari av Guds náði

2020-03-31 06:39

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, 24.03.2020

_____________________________________________________________________________________________________

FANNY CROSBY TIL MINNIS - sangskrivari av Guds náði

Í gjár, týsdagin 24. mars, kundi kristni heimurin feira 200 ára minnisdagin, tá kvinnan, sum hevur givið størsta íkasti av sálmum og sangum til kristna sálmareportuari, var borin í heim.

Talan er um Fanny Crosby, sum yrkti umleið 10.000 sangir og sálmar hóast hon var blind alt lívið. Fanny Crosby var fødd í New York 24 mars 1820 og doyði 12. februar 1915 95 ára gomul.

Hon legði eftir seg ein sangarv, sum allur tann kristni heimurin hevur notið gott av til dagin í dag. Sangir sum Lívsæla vissa – Søguna sig mær um Jesus – Tryggur í Jesu ørmum - Harri, tá tú onnur vitjar gloym tá ikki meg – Jesus halt mær við tín kross og nógvir aðrir, hava fylt kirkju- og samkomuhølini um allan heimin tey seinastu næstan 200 árini.

Tað, sum Gudfrøðingar megnaðu ígjøgnum skriving og prædiku, tað megnaði Fanny Crosby við sínum breiða og ríka úrvalið av sálmum og sangum, sum ikki bert høvdu eina skaldsliga dygd, men stóðu mát við eina sunna og heilnæma Gudfrøði.

Símun Jóannesarson Hansen feiraði 200 dagin við eini sera áhugaverdari minnissending um Fanny Crosby í sendingini Tempo í Kringvarpinum týsdagin 24. mars. Har spældi hann fleiri av sangum hennara og segði samstundis ógvuliga væl frá søgunum aftan sangirnar. Sendingin kann hoyrast á kvf.fo

Petur Háberg, sáli, sum var sera kunnigur innan søgur um sangir, hevði í bíbliuklassanum í Ebenezer, miðskeiðis í sekstiárunum, eitt Fanny-Crosby-kvøld, har hann á ein sera livandi hátt greiddi frá hennara lívi og søguna handan fleiri av hennara sangum. Tey, sum minnast hetta kvøldið í Bíbliuklassanum í Nýggjustovu í Ebenezer siga, "at tað kvøldið komu vit at kenna Fanny Crosby!"

Petur skrivaði tvær bøkur við søgum um sangir. Í 2004 komu bøkurnar út sum ein bók, har sjálvsagt eisini sangir hjá Fanny Crosby eru við. Tað var Forlagið Leirkerið, sum gav bókina út við heitinum SØGUR UM SANGIR.