FAMILJURÁK Í DAG - børnini og mamman

2020-02-01 05:10

Kristiliga Tíðindatænastan - v/poul jóhan djurhuus - Tlf: +298 228314 - gjaranes@gmail.com

Skrivað: pjd, Glyvrar 11.01.2020

______________________________________________________________

FAMILJURÁK Í DAG - børnini og mamman

Tað verður mangan havt á lofti um tíðarrák, sum eru frammi frá tíð til aðra. Serfrøðingar siga nú, at eitt av greiðu rákunum í dag er rákið innan familjubygnaðin.

Talan er um eitt nýtt rák, sum eisini kann geva javnstøðuni dygga kapping. Tað eru alt fleiri og fleiri mammur, bæði í Danmark og í Føroyum, sum fyri eina tíð velja arbeiðsmarknaðin frá til fyrimun fyri nýfødda barni. Fleiri og fleiri mammur og foreldur meina, at tey fyrstu árini hevur barnið tað betri at vera heima hjá mammuni enn at vera á stovni, uttan tó at vera neilig um stovnarnar.

Tað vísir seg eisini, at í flestu førum eru tað mammurnar, sum verða heima hjá børnunum. Ein av hesum mammum segði soleiðis í Degi og Viku fyrr í mánanum: “Tað skal vera upp til foreldrini at velja, um tað verður mamman ella pápin, sum verður heima, men tað er lættari, at tað er mamman, tí biologiskt er tað mamman, sum barnið hevur mest brúk fyri, í hvussu er tey fyrstu tvey árini.”

Henda sama mamman kom eisini inn á tað fíggjarliga og viðgekk, at bert við einari inntøku kann tað vera torført at fáa endarnar at røkka, men við at spara í dagligu nýtsluni letur tað seg gera. Hon legði afturat, at um stovnsgjaldið ella peningurin fylgdi við barninum, vildi tað bæði eggja fleiri mammum at gjørt tað sama og fíggjarliga hevði tað gjørt góðan mun.

Súsanna Olsen, sum er stjórnmálafrøðingur, varð spurd í Degi og Viku um hesi viðurskifti, og hon var sera greið og sannførd um nýggja familjumynstrið. Hon vísti á, at í 2015 vóru tað 20.000 familjur í Danmark, sum høvdu tikið sama val. Súsanna tók eisini soleiðis til: “ Hvussu liva vit, tá vit fáa børn? Børn hava brúk fyri relatión, tryggleika og umsorgan. Tey fyrstu 3 árini í lívinum hjá einum barni mynda barnið!” 11.01.2020