Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.

 


 

 



 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fámannaveldi Føroya má skerjast!

2021-02-02 14:27

Eingin kann ”eiga” fjøll, dalar, áir og fjøru!

STATT STINNUR, HELGI, LANDSSTÝRISMAÐUR: Hvørsmansrætturin, sum er galdandi í øllum okkara grannalondum, skal sjálvandi eisini vera galdandi í Føroyum! Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, hevur saman við kønum ráðgevum gjørt eitt skilagott uppskot um hvørsmansrætt (hagagongd) í Føroyum. Sjálvandi skal tað vera frítt at ganga í føroysku náttúruni, eins og tað er í Norðurlondum, Skotlandi og í flestu londum annars!

Vónandi taka bæði samgonga og andstøða væl undir við uppskotinum hjá landsstýrismanninum.

HETTA LANDIÐ ER MÍTT OG TÍTT: Soleiðis yrkti Hans Andrias í Áarstovu, og í Indianalandi í 1854 segði kendi høvdingin, Seathl, seg ikki skilja ynski forsetans um at keypa og selja føðilandið.

Føroyingurin hevur verið og er framvegis samgrógvin partur av føroysku náttúruni og eigur sjálvandi at sleppa at ganga aðrastaðni enn á merktum hagagøtum.

SMÁKONGAR í ”JØRÐUM”: Nú er líkt til, at ”jarðafólkini” ætla at fáa bóndasamfelagið aftur á føtur. Bøndur (festarar) skulu avgera, nær og hvar vit kunnu ganga í okkara kæra føðilandi, og útlendingar skulu gjalda fyri at fara út um bøgarðarnar (eisini føroyingar í ferðalagi).

Óskilið er byrjað: Onkustaðni kostar tað (nógv) at fara ein túr í hagan, í grannahøgunum einki, og onkustaðni er gjaldsportur sett upp, sum forðar øllum fólki at fara oman til sjóvarmálan. Tilvildarligur kúrekapolitikkur. Landsins myndugleikar mugu koma upp í leikin. Bóndasamfelagið MÁ vera ein farin tíð!

ÚTLENDINGAGJALD: Fyrst er tað ein stór skomm, um vit, sum einasta Norðurland, og kanska einasta land í heiminum, fara at krevja gjald frá útlendingum fyri at fara út um bøgarðarnar. Haraftrat verður tað trupult at velja útlendingar burtur úr stóru fjøldini av sokallaðum ”ríkisfelagsskaparferðafólkum”, sum sjálvandi sleppa frá at gjalda hagagjald!?!

SKIPAÐ VIÐURSKIFTI: Landið, ikki hvør Hanus og Janus, má taka sær av at fáa skipað viðurskifti innan ferðavinnuna, sum óivað verður týðandi táttur búskaparliga í komandi tíðum. Gjald kann bert takast fyri eina ávísa tænastu.

Gongugøtur eru gjørdar ymsastaðni í haganum í Føroyum, og aðrar mugu gerast, serliga har, sum nógv fólk ferðast.

SPYRJA BØNDURNAR?: Munnu hasi ”jarðafólkini” ætla, at eg, sum javnan spáki mær ein túr í Argjahaga (Kirkjubøhaga), har tað er skjótt at fara um hagamark, skal spyrja Pól bónda, Sjúrð bónda og Jóannes bónda, hvørja ferð eg fari ein hagatúr??

Tá eg fari mín árliga nýggjárstúr, t.d. av Velbastaðhálsi, gjøgnum sokallaða Perluportrið á leiðini við Reynsmúlalág, víðari til Krossvatns, Porkerisvatns, Ljósavatns og aftur til Argja, skal eg tá boða øllum bóndum frá??

Við haga- og ferðavinnukvøðu
Eyðun á Borg