Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.




Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fallin er hon Reginsborg, men ikki er Rólant deyður

2013-08-12 22:35

Ja nú ganga bylgjunar høgt, tí nøkur meina at eg skal ikki rætta hondina út, fyri at fáa Sandoyar tunnilin.

Argumentini eru, at eg bleiv sníttur tá Sandoyar tunnilin var samtyktur og síðani fór alt í vaskið, jú har til eri eg samdur.

Men, skal eg sum valdur tingmaður krógva meg burtur, fyri ikki at royna aftur at fáa tunnilin, tað skulu tit gloyma, tí eg helmi ikki í, so leingi eg eri í tinginum.

<b>Rís og rós</b>

Serliga er tað facebook sum setur ljóskastarin á, takk til tykkum sum skriva jaligt til mín, tað fløgar mítt hjarta og styrkir meg á vegnum.

Annars havi eg eisini fyngið ljótar viðmerkingar.

<b>Psykan hjá mær</b>

Psykuni hjá mær feilar einki, so meir tit spilla út, meir verði eg styrktur í míni sak, so haldi tit bara áfram. Mítt treiskni klára tit ikki at steðga.

<b>Og tú Flóvin Ejdesgaard</b>

Og tú Flóvin, um eg ætlaði mær ráð frá tær, so skuldi eg spurt teg.

Men mín góði vinur, tað geri eg ikki. Var tað ikki tú sum sat á Gamla Apotekið sum ekspertur og tann stóri ráðgevin til síðsta val?

Eg minnist mest til tín, at vilja stinga summi valevni í ryggin, saman við teimum, sum vildu hava onnur fólk vald í flokkin.

So lat vera, tú er ikki mín ráðgevið og blívur tað ongantíð.

<b>Mín meining.</b>

Mín meining og hana skal eingin taka frá mær, Landið ella tað almenna Føroyar fara ikki tey næstu 50 árini at hava ráð at byggja ein Eysturoyar tunnil og síðani ein Sandoyar tunnil NEI OG AFTUR NEI.

<b>Tað einasta</b>

Tað einasta er at gera Eysturoyar tunnilin privatan

men Sandoyar tunnilin almennan, um vilji er til tað.

Um Gerhard Lognberg verður sníttur aftur, veit eg ikki av góðum grundum, men um tit sum vilja spilla meg út, taka synd í mær, so vælsignaði geri ikki tað.

Tit sum vilja tilrokna mær tað sum skomm, so klári eg avbera væl at bera hana, púra uttan hjálp.

Um viljin er til Sandoynna, so skal mín hond altíð vera útrætt, tað skal eingin fora mær í, minnist til tað.

Sandoy saman við Skúvoy og Heysti er um at blíva manntómt og tað sær tann polittiski mynduleikin, tað ber ikki annað til.

Mítt hjarta bankar fyri Suðurøkinum í Føroyum og tá meini eg eisini við Suðuroy.

“Fallin er hon Reginsborg, men ikki er Rólant deyður”

Við Javnaðar kvøðu

Gerhard Lognberg

Løgtingsmaður

Skopun