Faktuellir skeivleikar frá Eyðgunn Samuelsen
Í útvarpstíðindunum á middegi 17. apríl, hoyrdu vit hesar útsagnir frá landsstýriskvinnuni, Eyðgunn Samuelsen:
- “Tá man lóggevur, má man lóggeva generelt nøkur rættindi”. Hetta er akkurát tað, sum Eyðgunn Samuelsen ikki ger – tvørturímóti lóggevur hon verri rættindi til leigarar hjá Bústøðum. Í nýggja uppskotinum eru treytirnar fyri uppsøgn og avhandan av íbúð verri fyri leigarar, sum leiga frá Bústøðum í mun til leigarar hjá øðrum vinnuligum útleigarum. Við hesum fær man ikki generel rættindi, men A og B leigarar.
- Eyðgunn Samuelsen sigur í seinna innslagnum, at leigarin “skal rinda minni, vissi tað ikki verður leigað út av nýggjum” – hetta er beinleiðis skeivt. Leigarin skal bara gjalda minni, um íbúðin verður leigað út av nýggjum. Hetta er ørkymlandi at hoyra og ber brá av, at landsstýriskvinnan blandar tingini saman.
- Eyðgunn Samuelsen sigur eisini víðari, at privatir vinnuligir útleigarar fáa ein skattafyrimun – hetta er beinleiðis skeivt, tí tað er bert galdandi fyri privatpersónar, sum leiga út. MARK, sum er í beinleiðis kapping við Bústaðir, fær ongar skattligar fyrimunir, men má gjalda vanligan partafelagsskatt og kapitalvinningsskatt.
- Eyðgunn Samuelsen samanber eisini Bústaðir við non-profit útleiguvirksemi í grannalondunum, men hetta er beinleiðis skeivt – okkum kunnugt hevur roknar Bústaðir við einum avkasti upp á 2,7%, tá tey áseta leiguprísin. MARK kann gott verða ein non-profit organisatión við at økja lønar- og rakstrarútreiðslurnar, eins og Bústaðir hevur gjørt.
Vinaliga
MARK
Gordon Rajani, stjóri