Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Faktuel tøl og ikki FAKE NEWS, Takk!

2019-08-15 12:59
Ríkisfelagsskapur - 

Lat meg fyrst siga, at eg hoyri ikki til teirra, ið javnseti ríkisveitingina og pening úr DK við Ríkisfelagsskapin. Felagsskapurin inniheldur so ómetaliga nógv annað enn pening.

Vit skulu sjálvandi hava ein sjálvberandi búskap í Føroyum, onki er meira sjálvsagt enn tað. Og soleiðis verður tað eisini, einaferð í framtíðini.

Men her er ein eitt sindur øðrvísi vinkling uppá, hvussu vit síggja uppá “pening úr Danmark”

Á seinasta tingfundi bleiv millum annað kjakast um hvussu nógv skuld, ið var niðurgoldin í júst farna valskeiði. Sum altíð beint uppundir val, var retorikkurin á einum rættuliga lágum og manipulerandi støði, tøl blivu slongd út í eyst og vest.

Bárður á Steig Nielsen segði í síni framløgu frá tingsins røðarapalli, at “tað passar ikki, at vit hava niðurgoldið 1,5 milliard í hesum valskeiðnum. Vit hava niðurgoldið 1 milliard og danski staturin hevur eftirgivið 0,5 milliard”. Hetta hevur Bárður púra rætt í. Meðan Bárður sigur hetta, rópar eitt umboð frá Tjóðveldi heldur aktivistiskt úr tingsalinum, hóast viðkomandi slett ikki hevði orði, at “tað bilti onki, tí hetta vóru pengar, sum danir skyldaðu okkum.

Javel, her eru also heilt nýggir bollar í suppuni hjá Tjóðveldi. Nú skylda danir okkum brádliga pengar, soleiðis í eini handavending, og so er eitt heilt nýtt støði lagt í hasum flokkinum.

Lat okkum so líka hyggja eftir fakta, viðv. føroysku skuldini og gongdini í Føroyum í síni heild síðan 1992.

Almennu Føroyar skylda nú 0,7 milliard netto. Bruttoskuld er 3,7 milliardir, innistandandi 3,0 milliardir (kelda Landsbankin). Hetta er sera einkult, lætt skilligt og hetta hava allir flokkar æruna av.

Men so hugsi eg um.

Hvussu ber tað til, at føroyska skuldin er so lítil nú í 2019. Vit fóru á húsagang í 1992 og sigldu í sera tungum sjógvi í 2010 í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni, samstundis sum vit hava útbygt samfelagið sera sera nógv í hesum tíðarskeiðnum.

Høvuðsorsøkin er sjálvandi at vit hava eitt sera rakst, ágrýti og virkið fólk. Men er tað øll forkláringin ?

Aftur til útsøgnina frá umboðnum fyri Tjóðveldi um at danir skylda okkum pengar !

Eg gjørdi av at kanna peningarensli úr Danmark til Føroyar frá 1998 til 2018, (kelda ársfrágreiðingarnar frá Ríkisumboðnum)

· 14,4 milliardir í blokkstuðli

· 1,4 milliardir í eftirgeving av skuld í 1998 og 2018

· 1,5 milliard í hjálparpakka til Eik frá Finansiel Stabilitet

· 1,2 milliard í krígspensiónum

· 0,4 milliard í Lærarapensiónum

· 0,4 milliard í øðrum pensiónum

· 5,7 milliardir til rakstur og íløgur fyri ikki yvirtikin mál

Fakta er sostatt, at tað eru komnar 25 milliardir úr Danmark síðstu 20 árini. Tí kundi verið áhugavert at hoyrt frá Tjóðveldi hvussu nógv Danmark skyldar okkum afturat. Hetta hevði verið áhugavert hjá okkum øðrum at vita, nú vit fara til val.

Fakta er eisini, at uttan danskan stuðul, hevði undirskoti síðstu 4 árini verið 2,6 milliardir

Fakta er eisini, at í hesum tíðarskeiðnum hava allir faktorar verið við okkum.

· Høgur laksaprísur

· Stórar kvotir

· Góð marknaðaratgongd

· Methøg ferðavinnutøl

· Lágur oljuprísur

· Metlágt rentustøði

Hóast hetta, er veruliga undirskoti 2,6 milliardir

Hava 25 milliardir onki at siga fyri útbyggingina av einum samfelagið, sæð yvir eitt so stutt tíðarskeið. Kanska ikki í eygunum á onkrum, men í mínari verð er hetta sera avgerðandi fyri hvussu vit hava verið før fyri at útbygt okkara samfelag við stovnum, vegum, tunlum, havnum, v.m

Vit kunnu spyrja hvørji tilboð vit vildu verið fyri uttan, hvørjar stovnar vit vildu niðurlagað, ja hvussu hevði samfelagið sæð út um hesin peningur ikki var tøkur.

Mín vón til politisku skipanina í komandi valskeiði er, at síggja veruleikan í eyguni, parkera loysingartosið og tosið um niðurlaging av inntøkunum úr Danmark, tí hetta ber ikki til, útfrá frammanfyri nevndu tølum.

Komi heldur og tosið útfrá fakta og lat okkum finna semjir uppá tvørs av skipanini. Tað fer at koma øllum til góðar, vinnu og borgara.

Vit í Sambandsflokkinum ætlað okkum framhaldandi at útbyggja Føroyar í tráð við tann framhaldandi vælferðar tørvin.

Erhard Joensen

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin

RN