Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesaran

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Fakfelagsforkvinnan á trappuni

Eg kenni meg noydda til enn einaferð at spyrja, hvat er ætlanin við eldraøkinum í Tórshavnar kommunu?

Tí veruleikin er, at tað er stórt starvsfólkatrot á eldraøkinum.

Sjálvboðið arbeiðið hevur allarhelst verið í alla tíð, sum Bergun Kass, býráðskvinna vísir á. Munurin er bara, sum býráðskvinnan eisini vísir á, at tað hevur broytt skap, lukkuvís. Frá at vera treytað av vælvild frá grannum og góðum fólki, hava vit fingið eitt samfelag, ið viðurkennir at tann einstaki eldri, sum tørvar hjálp, skal fáa tað frá løntum útbúnum fakfólki, sum eisini eru undirløgd krøv.

At ímynda sær, at eg sum fakfelagsforkvinna skal standa á trappuni og forða fyri sjálvbodnari arbeiðsmegi, at koma upp trappurnar skilji eg ikki. Tí at tað er ikki mín stúran, hvørt vit skulu loyva, sjálvbodnum arbeiði ella ikki. Sjálvboðið arbeiði er longu kring alt landið í ymsum skapið til frama fyri okkaru eldru.

Tað, ið eg vil vegna limirnar, er at minka um arbeiðsbyrðuna og starvsfólkatrotið, sum tíanverri Bergun Kass ikki viðgerð í sínum aftursvarið.

Í 2009 staðfesti ein kanning at eini 715 nýggj størv innan Nærverkið, máttu setast fram til 2015, men er hendan kanning ikki tikin nakað serligt til eftirtektar. Tì vil eg áhaldandi vísa á starvsfólkatrotið, og er sjálvboðið arbeiði ikki tann hjálpin okkara eldru tørva mest og vil eg enn einaferð heita á okkara politikarar um at uppraðfesta eldraøkið.

Mary Antonsdóttir, forkvinna

Heilsuhjálparafelag Føroya