Eg eri føddur og uppvaksin í Havn. Eri giftur við Unn Paturson, og vit eiga døturnar Eyð Lín, 8 ár og Sáru, 4 ár. Eg havi lisið tónleik í Íslandi, Danmark og USA, og umframt at arbeiða sum yrkistónleikari, undirvísi eg í Tórshavnar Musikskúla.


Skattapeningurin, sum borgarin rindar kommununi, skal verða umsitin við skili - ongin eigur at verða gloymdur.

Tónleika- og listamentanin skal fáa betri umstøður at virka í. Kveikingarverkstøð skulu verða gjørd til listafólk og ungdóm. Soleiðis fáa vit eitt professionelt og mennandi mentanarumhvørvi, sum gevur ferðavinnu og aðarari vinnu gott grundarlag at virka á.

Tórshavnar Kommuna skal stuðla einum nýskapanar- og granskingardepli í Havn og soleiðis birta upp undir nýggjar vinnur og nýggj arbeiðspláss.

Eitt nýtt fróðskaparsetur skal verða bygt, so hægri útbúgvingar verða savnaðar á einum stað.

Neyðugt er at útvega fleiri og bíligari bústaðir til lesandi og onnur, og tryggjast skulu virðiligar umstøður til eldri og óhjálpin.

Miðbýurin hevur tørv á at verða endurskoðaður og renoveraður. Soleiðis fæst lív og trivnaður aftur í býin.

Tórshavnar Kommuna skal brúka bíligari og reinari orku, so tryggjað verður borgarum í Havn eina framtíð í einum reinum og burðardyggum umhvørvi.

Tórshavnar Kommuna skal føra ein fíggjarpolitikk, ið gevur býinum vakstrarlíkindi og raðfestir mentan og góðar tænastur til borgaran. Hetta fer at elva til fólkavøkstur og størri vælferð.

Havnin er býurin, sum vit vilja búgva í!



Fær barn títt røttu avbjóðingina?

Fólkaskúlin eigur at vera eitt stað, har barnið fær avbjóðingar, nemur sær vitan og kunnleika og verður stimbrað í kreativu evnunum. Skúlin er støðið undir samfelagnum og leggur lunnar undir framtíðar lívi og lærdómi hjá hvørjum einstøkum.  

 Tað er staðfest at tónleikur og list eru mennandi fyri barnið, styrkir konsentratiónsevnini og ger tað lættari at læra. Eisini mennir tónleikur og list sosialu eginleikarnar og lærir barnið at samskifta og samstarva við onnur.

Kreativa frálæran gevur barninum succesupplivingar og sjálvsálit, eins og hon gevur barninum hugflog, nýhugsan og dirvi til at úttrykkja seg á ein náttúrligan hátt. Kreativa frálæran ger tað stuttligt at læra og gevur upplivingar.

Tann kreativa frálæran setur menning í brennidepilin.

 

Ítøkilig átøk.

Lat okkum ikki vera bangin fyri at ganga nýggjar leiðir, sum kunnu vera við til at gera ein so góðan skúla sum til ber.

Skúlarnir kundu profilerað seg hvør sær, eitt nú við tónleiki, list og kreativum tilgongdum, við serligari kostskipan til børnini, við rørslu, ítrótti, við serligari námsfrøði o.s.fr.

Á henda hátt fingu vit eitt meira fjølbroytt skúlatilboð, sum ger størri gagn av teimum ymisku læraraførleikum sum eru, og eisini í størri mun fær eggjað næmingin at taka lut í lærdómi.

Hetta krevur ikki meira pening. Hetta krevur øðrvísi hugburð.

 

Raðfesting av kreativum lærugreinum í barnaskúlanum.

Fólkaskúlarnir í dag eiga í størri mun at hava visjónir um skúla og menning. 

Frískúlin í Havn hevur eina hugsjón við undirvísingini, og praktiserar hesa hugsjón heilt ítøkiliga.

Slíkar visjónir høvdu ført okkum tættari at einum samfelagi, við fleiri og meiri fjølbroyttum førleikum, við einum fjølbroyttum vinnulívi og við einum blómandi mentanarlívi.

 

Tónleikur og list

eru ein týðandi partur av okkara tilveru, tey fortelja okkum um okkara samtíð og um okkara søgu, og tey eru við til at geva lívinum innihald. Listin fylgir okkum alt lívið og livir langt eftir at vit eru farin.

Vit eru øll fødd grundleggjandi kreativ og vit eiga at menna hesi evni. Heimurin hevði ikki verið so framkomin hann er í dag, um menniskjan ikki var kreativ og nýskapandi og hevði áhuga fyri gransking og nýskapan.

Vit eiga at seta størri fokus á listina í samfelagnum og serliga í skúlunum tí list er gagnlig og við til at menna hesar førleikar.

 

Minka um bíðilistarnar til Musikkskúlan.

Tað átti at verið øllum í boðið at nema sær undirvísing í tónleiki, men tíverri er tað langt frá so. Sum nú er verða børn skrivað inn á Musikkskúlan tá tey verða fødd, men nógv av teimum standa enn á bíðilista tá tey eru hálvvaksin og sostatt eru tað nógv børn sum ongantíð fáa møguleikan at læra at spæla eitt ljóðføri.

 

Tey síðstu árini eg havi arbeitt á Musikkskúlanum, hevur læraraflokkurin verið í minking. Játtanin til Musikkskúlan er fastfryst til 2017 og hevur verið tann sama í nógv ár. Hetta førir sjálvandi við sær at næmingatalið fer sama veg.

Hetta má broytast.

 

Rógvi á Rógvu