Bergur A. Dalsgarð

Eg stilli upp til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu 2016.

Hundraðtals fólk leita eftir íbúð, og eg vil arbeiða fyri, at kommunan byggir leiguíbúðir.

Eisini er tað alneyðugt, at bussleiðin eisini koyrir í vikuskiftinum.

Facebuss

At koyra buss er kul. Tað kann samanberast við eina “veruliga” útgávu av Facebook, har tú kemur í samband við øll møgulig fólk. Og sum, tá tú browsar myndir, kanst tú sita og eygleiða og samanbera húgvur, eygnabrýr, taskur... ja, alt finnur tú í bussinum. Onkur kanska setur seg undir liðina av tær og deilir ein tanka við tær – ella dámar eitthvørt tú sigur, eigur ella ger. Eisini kanst tú tendra iPod’in og seta teg aftast, offline, eina løtu.

Bussleiðin er ein dýrgripur fyri Havnina. Umframt, at tað er ókeypis at brúka bussin, koyrir hann nú tríggjar ferðir um tíman í vanligari arbeiðstíð. Hetta er ein tænasta, sum fólkið veruliga hevur tikið til sín, og hetta sæst eisini aftur í talinum av brúkarum.

Vit kunnu takka sitandi samgongu í býráðnum fyri ókeypis bussleiðina, og eg vil arbeiða fyri framhaldandi menning av bussleiðini, um eg verði valdur. Bussleiðin er eitt av mínum hjartamálum, millum annað tí eg, sum lesi til sjúkrarøktarfrøðing, sjálvur koyri við bussinum frá Berjabrekku, her eg búgvi.

Tríggjar broytingar, sum eg vil virka fyri:

1. At bussarnir koyra meira í vikuskiftinum

2. At tey, sum skulu møta kl. 7:00, kunnu taka bussin

3. At bygdaleiðirnar 4, 5E og 5V koyra nakrar túrar í vikuskiftinum

Fyrimunirnir við bussleiðini eru mangir. Ikki minst í mun til umhvørvið og ferðslutrygdina, tí vit ynskja sjálvandi færri bilar á vegunum. Heldur ikki skulu vit gloyma tað sosiala aspektið – tí í bussinum finna øll hitan; eisini orginalurin, pensjónisturin, barnakonan og tann við skerdum førleika. Her skal jú vera pláss fyri øllum – sum ein rættur Facebussur.

Bergur A. Dalsgarð, valevni hjá Javnaðarflokkinum til býráðsvalið í Tórshavnar Kommunu