Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Fáast tablettir móti ovurformyndarí?

2013-10-01 21:28

Nú vóru formyndaraføroyar aftur úti við einum forboði, sum einki annað endamál hevur, enn at Palliba og Marsanna mugu verjast móti sær sjálvum.

Í Danmark hevur man avgjørt at behandla vanliga borgaran sum býttling, og tað velja so okkara myndugleikar eisini at gera við vanliga føroyingin. Tað tykist sum um okkara embætisfólk í Tinganesi og aðrastaðni seta ein heiður í at undirmeta vanliga borgaran mest møguligt.

<b>Forboð uttan endamál</b>

Eg tosi sjálvandi um nýggja forboðið móti at selja pínutablettir í íløtum við meir enn 20 tablettum í uttan recept. Hvat er endamálið? At minka um talið av álvarsomum eitranum, sigur Apoteksverkið.

Hvussu akkurát skal man forða fyri at fólk, sum av einari ella aðrari orsøk vilja eitra seg við Panodil, ikki keypa fleiri pakkar ella koma á gátt á Apotekinum hvønn dag í eina viku og keypa pakkar við 20 tablettum í, fyri at fáa neyðuga talið av tablettum?

<b>Staturin skal ikki viðfara fólk sum býttlingar</b>

Vit hava høg forberg og djúpt hav allastaðni rundan um okkum. Vit koyra í vandamiklum bilum og hava hvassar knívar við hús. Lívið er vandamikið, og farast má altíð fram við viti og skili, men máti skal vera við at pakka fólk í vatt. Munnu vit vanligu fólk ikki duga at ansa okkum við pínutablettum, hóast vit sleppa at keypa meir enn 20 ísenn?

Væsignaði avlýsið hasa kunngerðina ella handa regulin við brestin. Hatta er pínligt. Fyri tí, at danskir myndugleikar velja at behandla vanliga fólkið sum hjálparloysingar, so merkir tað ikki, at vit skulu gera tað sama í Føroyum.

<b>Palliba rukka fyri egnu rokning</b>

Tað mest skelkandi sum borgari at vita er, at tað í hesum tíðum við einum fíggjarlógarhalli uppá fleiri hundrað milliónir sita vaksin fólk fyri høga almenna løn, sum einki annað gera enn at royna at finna uppá, hvussu vit borgarar stigvíst skulu ómynduggerast meir og meir av einum ekspertveldi.

Eitt kontrollsamfelag, har ekspertar koma inn í øll lívsins viðurskifti er ikki eitt vælferðarsamfelag, hóast henda misskiljingin er komin í seinastu árini.

Vælferðarsamfelagið handlar um tilboð – ikki forboð.

Tummas Arabo