Um tú ikki hevur Facebook, kunnu vit leggja lesarabrævið inn fyri teg. Send lesarabrøv til redaktion@knassar.fo.


 

Soleiðis leggur tú á Lesarin

Tað er ókeypis at leggja lesarabrøv á lesarin.fo.

1. Rita inn umvegis Facebook
2. Ger eina yvirskrift
3. Legg mynd afturat
4. Skriva lesarabræv
5. Goym

 



 



Privacy policy

Eysturoyartunnil - hvar er grøna ferðslan ?

Tað gongur skjótt at bora Eysturoyartunnilin, men hóast Føroyar hevur ein grønan 2030 málsetning so hevur man onki hoyrt um hvørjar ætlanir eru í Eysturoyartunnilinum at nýta grøna orku – her huxi eg um el-bussar, el-metro,ser- sømdir fyri el-bilar osfrs !
Á væleydnaðu SEV Ráðstevnuni ífjør rúnabant TONY SEBA áhoyrarnar við sínum fyrilestri um risabroytingar innan ferðslu og orku og hvussu benzin og dieselriknir bilar fara at hvørva saman við oljuni og verða avloystir av el-bilum og vind og grønari orku – broytingar sum longu fara fram við rúkandi ferð kring okkum og tað er at fegnast um at nú eru fleiri enn 30 el-bilar á okkara vegum, so tað gongur spakuliga rætta vegin, men stóra broytingin fer at koma tá td., Tórshavnar Kommuna keypur einar 100 el bilar í senn og fer burturav at nýta el-bussar.
Tað eru kanska fleiri sum vilja hava áhuga at lesa nýggjastu frágreiðingina hjá Tony Seba, um ferðslu og orku kallað Rethink X og er linkið her

Johan Mortensen