Tað riggar í løtuni ikki at leggja lesarabrøv á Lesarin.fo umvegis Facebook.

Fyribils skulu lesarabrøv sendast til redaktion@knassar.fo, so leggja vit tað út fyri teg.

Eysturoyar Vinnulívsfelag stóran týdning fyri vinnulívið

2015-01-22 00:07

Vinnulívið í Eysturoy hevur seinastu 13 árini havt eitt forum har fyritøkur, ið hava heimstað ella deildir í Eysturoynni kunnu savnast, fáa stuðul og íblástur til teirra vinnuliga virksemi; og harvið menna vinnulívið í oynni. Sigast má, at felagið hevur fingið góða undirtøku og hevur nú áleið 100 limir, og fleiri eru vælkomnir.

Tað er tó ikki bara í Eysturoynni, at man hevur sæð ágóðan av, at geva sær tíð til regluliga netverkan.

Smáar og miðalstórar fyritøkur í Evropa, ið seta tíð av til regluliga netverkan fáa betri úrslit, um hugt verður eftir øktum virðið á fyritøkuni, tað vísir ein vísindalig greining sum Schoonjans, Cauwenberge og Bauwhede hava gjørt.

Millum annað vísa teir á, at tað er lættari hjá eini stórari fyritøku at savna sær vitan og førleikar, tí hesar hava størri umsitingarliga orku. Eitt nú hevur ein stór fyritøka møguleika at seta fólk at taka sær av einum nýggjum hugskotið burturav, meðan ein lítil ella miðalstór fyritøka bert fær brúkt nakrar tímar av og á at menna nýggj hugskot, um so er fyritøkan eisini hevur annað virksemi. Tískil vera smærru og miðalstóru fyritøkurnar verri kappingarførar samanborið við størri fyritøkur. Tað er í hesum sambandi, at Schoonjans, Cauwenberge og Bauwhede grundgeva fyri, hví netverkan er eitt gott amboð.

Tað er eitt beinleiðis jaligt samband í millum fyritøkur, ið netverka og teirra úrslit. Við at netverka verður fyritøkan sjónligari, samstundis sum man kann fáa íblástur, og læra av royndunum hjá øðrum vinnurekandi.

Netverkan kann sjálvandi gerast tíðarspilla, um hon ikki verður gagnnýtt rætt, tí er umráðandi at brúka tíð uppá dygdargóða netverkan. Fyri at vera so virðisøkjandi fyri limirnar sum gjørligt, skipar Eysturoyar Vinnulívsfelag fyri árliga EVF vinnufundinum og trimum Vinnutingum. Dentur verður lagdur á at finna góð og viðkomandi upplegg til limirnar, og seta tíð av til netverkan.

Eftir aðalfundurin hjá Eysturoyar Vinnlívsfelag, sum verður 22. januar kl. 19:00, koma Ragnar Ludvig og Hanus Kjølbro frá Sjónámi at greiða frá um “Møguleikar í Arktis”. Eisini kemur Anfinn Olsen at greiða frá virkseminum hjá Framherja.

Hevur tín fyritøka heimstað ella eina deild í Eysturoynni, ber til at gerast limur umvegis heimasíðu felagsins www.evf.fo

Eysturoyar Vinnulívsfelag