Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Eydnuhjólið snurrar aftur á Vaglinum

Kommunalpolitikkur - 

So snurrar eydnuhjólið hjá Tjóðveldi og restini av samgonguni aftur við fullari ferð á Vaglinum - profilering við skattapengum

Ert tú í einum ávísum samfelagsbólki ella hevur eina ávísa áskoðan, sum líknar henni í býráðssamgonguni, ja so eru størri sannlíkindi fyri, at tú kanst fáa ein vinning við sersømdum. Onki mark sýnist at vera fyri, hvat skattakrónurnar nú verða lutaðar út til.

Hart vunnar skattakrónur verða útlutaðar til ávísar og nærmast útvaldar samfelagsbólkar, meðan vaskikonan, arbeiðsmaðurin ella pensjónisturin lítið og onki fær eyka.

Hjálp teimum at fáa Bussleiðina betri, og síðan deila tey bara út tað, sum skattgjaldarin hevur goldið, fyri á tann hátt at sleppa at profilera seg við skattgjaldarans pengum.

Og hevur tú eina súkklu, ja so kanst tú fáa hana eftirhugdað ókeypis hjá kommununi?

Hví kunnu ikki onnur fáa fleiri tænastur frá kommununi, sum teimum tørvar - rinda vit ikki øll skatt fyri at fáa góðar tænastur?

Hví skal arbeiðsmaðurin í Havn og vaskikonan á Vaglinum rinda fyri rík ferðafólk, sum koma til Havnar, har tey sleppa at koyra ókeypis við einari fult skattafíggjaðari bussleið í Tórshavn. Meðan stendur taxa-chaufførurin til fánýtis og bíðar eftir at tjena eitt sindur upp á ferðavinnuna, men í veruleikanum verða hansara skattakrónur brúktar til at taka livibreyðið frá honum.

Borgarakort - takk!

Vit eiga at seta í verk borgarakort til allar borgarar í kommununi, og har tað verður definerað, hvørjar tænastur ymsu samfelagsbólkarnir kunnu fáa. T.d. kunnu skúlaungdómar, lesandi og pensiónistar fáa sersømdir, sum í øllum øðrum londum rundan um okkum.

Ókeypis tænastur og sersømdir skulu kortini veitast undir skipaðum viðurskiftum - við gjøgnumskygni og við haldgóðum politiskum og samfelagsligum argumentum.

Hví skal t.d. ein einligur pápi ella mamma við børnum, sum er noydd at hava ein bil, fyri at fáa dagligdagin at hanga saman, eisini rinda bussbilletina fyri tey, sum hava góð ráð at gjalda sjálvi?

Vit kunnu og skulu ikki fult út fíggja allar kommunalar tænastur yvir skattin - brúkarar muga eisini gjalda eftir evni og raðfesting skal til.

Annfinn Brekkstein

býráðslimur fyri Sambandsflokkin í Tórshavnar Kommunu

RN