Eyðgunn spyr um trupulleikan at fáa fast starv í heilsuverkinum

Eyðgunn Samuelsen tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr Karsten Hansen landsstýrismann í heilsumálum um trupulleikan at fáa fast starv í heilsuverkinum.

Spurningarnir eru soljóðandi:

Hvat er orsøkin til, at tað tykist vera so trupult at fáa fast starv í heilsuverkinum?
Hvussu stórur partur av sjúkrarøktarfrøðingunum er í løtuni í tímaløntum/avloysara starvið?
Hvussu nógv ársverk samsvarar útgoldna lønin (mánaðarliga) við tímaløntar sjúkrarøktarfrøðingar?
Heldur landsstýrismaðurin, at støðan er nøktandi, ella ferð hann at taka stig fyri at venda gongdini?

Viðmerkingar:
Tað hevur fleiri ferðir verið frammi, bæði seinasta summar og nú aftur, at sjúkrarøktarfrøðingar hava trupult við at fáa fast starv í heilsuverkinum.

Í summar fingu 17 sjúkrarøktarfrøðingar prógv í Føroyum, men vísti tað seg, at eingin av hesum 17 høvdu fingið fast starv her heima. Størvini, ið hesir 17 sjúkrarøktarfrøðingarnir høvdu fingið boðið, vóru sum summarferiuavloysarar, farloyvisstarv, summarferiuavloysari í eitt avmarkað tíðarskeið og onkur annar sum tímaløntur avloysari.

Tað hevur verið vanligt, at stovnar royna at varðveita teirra starvsfólk við at bjóða teimum fast starv so tryggleikin í setanini ger, at tey ikki, uttan nakað, skifta starv. Soleiðis tykist tað ikki vera her hjá okkum, serliga innan røktarøki, sæð í breiðum høpi. Vit hoyra um kvinnur, ið bert fáa tilluttaðar 0,8 starv ella enn færri tímar, hóast tær ynskja at arbeiða fulla tíð. Nú er eisini frammi, at tað er so trupult at fáa fast starv, heldur enn at vera tímaløntur í tíðaravmarkaðum starvi.

Spurningurin er, hvat orsøkin til hesi fyribrigdi er, er tað ein roynd at kunna brúka arbeiðsmegina so fleksibult sum gjørligt, er tað fyri at minka um starvsfólkaútreiðslur til eftirløn og yvirtíð, ella er játtanin til stovnarnar so tepur, at tað er trupult at hava nógv fólk í føstum starvi, ella er orsøkin onkur heilt onnur.

Um tað er vanligt, at ein eftir lokna útbúgving ikki fær fast starv ella bert møguleika at arbeiða niðursetta tíð, kann hetta viðvirka til, at arbeiðsmegin flytur av landinum. Hetta kann serliga gera seg galdandi innan fakøki, har eftirspurningurin er stórur uttanlands.

Tað er stórur eftirspurningur eftir sjúkrarøktarfrøðingum uttanlands, eitt nú í Noregi, har løn og setannarviðurskifti eru betri, enn vit finna tey í Føroyum. Tí kann trot á arbeiðsmegi innan sjúkrarøktina gerast eitt vandamál, um verandi gongd heldur fram.

Á Løgtingi, 23. januar 2015

Eyðgunn Samuelsen