Eyðgunn spyr um kvinnutrot og javnstøðupolitikk í Føroyum

Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr Johan Dahl, landsstýrismann, um kvinnutrot og javnstøðupolitikk í Føroyum.

Fyrispurningi er soljóðandi:

1. Er arbeiðið at greina avleiðingar og orsøkir til, at kvinnutrotið í Føroyum, byrjað, so sum heildarætlanin mælir?
2. Um ja, hvussu er hetta arbeiðið skipa?
3. Er tað rætt, at hetta arbeiðið fer at taka 1 til 1½ ár, sum landsstýrismaðurin hevur boðað frá áður?
4. Hvat er orsøkin til drúgvu tíðina?
5. Er nøkur evsta freist sett fyri, nær arbeiðið skal vera liðugt?


Viðmerkingar:
Sum nevnt í spurningunum omanfyri, mælir heildarætlanin um fólkaflyting og fólkavøkstur frá apríl 2013 til, at ein greining verður gjørd av orsøkunum og avleiðingunum av kvinnutrotinum í Føroy­um við tí fyri eyga at orða ein javnstøðupolitikk.

Í 2011 vóru 2.155 færri kvinnur enn menn í Føroyum í aldrinum 0-59 ár. Sambært CIA World Factbook er tað bert í 12 londum, at parturin av monnum er størri í mun til partin av kvinnum enn í Føroyum. Millum londini í vesturheiminum er tað einans Grønland, sum hevur lutfalsliga færri kvinnur enn í Føroyum. (Heildarætlanin).

Í heildarætlanini verður ført fram, at hóast heildarætlanin er ætlað báðum kynunum, so er kvinnu­trotið ein so álvarsligur og samansettur trupulleiki, at tað krevur eina serstaka og meira umfatandi viðgerð, enn tað er møguligt at gera í sjálvari heildarætlanini.

Mælt verður til, at greiningararbeiðið tekur støði í einari kanning av trivnaðinum og viðurskiftunum hjá føroyskum kvinnum. Viðgerðin eigur haraftrat at kanna viðurskifti í mun til arbeiðsmarknað og umboðan og vald.

Lønarmunurin er stórur millum kvinnur og menn, og hann heldur áfram at vaksa. Nógvar kvinnur arbeiða niðursetta tíð, og kvinnuumboðanin í politikki og leiðandi størvum er munandi minni enn í okkara grannalondum.

Sambært Hagstovuni, so vóru lønarútgjaldingarnar 412 mió. kr. størri í 2014 enn í 2013, av hesum fóru 319 mió. kr. til menn, og kvinnurnar fingu 93 milliónir burturav. Sostatt vuksu lønarútgjalding­arnar hjá monnunum 7,3% og hjá kvinnunum 3,3% (In.fo 13/1-2014).

Hóast ávís vitan fyriliggur um trivnað hjá kvinnum í útjaðarum, mælir arbeiðsbólkurin til, at ein miðvís greining verður sett í verk. Greiningararbeiðið skal vera grundarlag undir at finna loysnir, sum kunnu tryggja, at fleiri kvinnur ynskja at venda aftur ella vera verandi her á landi, og harum­framt vera grundarlag undir at gera og fremja ein javnstøðupolitikk.

Hóast fólkatalið er vaksið nakað í 2014, so eru allar súðir ikki syftar enn. Sambært tølum frá Hagstovuni so hava vit enn ein stóran trupulleika við, at talið av fólkum í yngra endanum eru lækkandi, meðan talið av eldri alsamt veksur, og henda gongdin sær út til at halda fram (Dimmalætting 2. januar 2015).


Aldur         2004                  2014                   2024
00-19      13.758 (- 7%)     12.941 (- 12,5%)
20-64      27.003               26.590 ( -1,5%)   24.832 (- 8,0%)
65+          6.385                 7.880 (23,4%)    10.201 (59,8%)
Tils        48.178               48.228                47.974

Hóast tølini serliga vísa skeiklingina millum aldursbólkarnar, so eru tey eins viðkomandi fyri trotið av kvinnum.

Longu í røðu løgmans á ólavsøku 2013 verður sagt um hetta mál:
”Leikpartabýtið millum kvinnur og menn i? Føroyum er siðbundið eins og i? øðrum útjaðarasam­feløgum. Føroyar hava eitt stórt kvinnutrot, og tað er stór avbjóðing. Sjøtul er settur a? arbeiðið at gera ein javnstøðupolitikk, har fyrilit serliga verður tikið fyri viðurskiftum, ið eru tengd at ar­beiðsmarknaðinum.”
Tí kann tað undra, at hetta arbeiðið enn ikki er framt, nú vit eru í 2015, og tí hesar spurningar.

Eyðgunn Samuelsen