Eyðgunn spyr um endurvenjing/endurmenning

2015-01-21 20:39
Eyðgunn Samuelsen spyr Anniku Olsen, landsstýriskvinnu, nær endurvenjing/endurmenning verður ein lógartryggjaður rættur hjá øllum borgarum, og hvussu er við endurvenjing/endurmenning nú eldraøki er lagt út til kommunurnar at umsita.

Spurningurin er soljóðandi:

1. Nær væntar landsstýriskvinnan, at endurvenjing/endurmenning verður ein lógatryggjaður rættur á almannaøkinum?
2. Er arbeiðið at fyrireika lógarbroyting farið í gongd?
3. Hvussu er møguleikin hjá teimum borgarum, ið hoyra undir eldraøki/kommunurar, at fáa endurvenjing, nú øki er lagt út, uttan at rættindini eru staðfest í lóg?


Viðmerkingar
Tað liggur í kortunum, at endurmenning/endurvenjing verður ásett sum ein lógatryggjaður rættur
innan sjúkrahúsverkið. Hetta merkir, at fólk eru tryggjað henda rætt so leingi, tey eru á sjúkrahúsi og á tann hátt hoyrandi undir heilsuverkið. Orsakað av ósemju millum landsstýrisfólkini í ávíkavist almanna- og heilsumálum kemur lógin, ið ætlanin er at leggja fram bert at fata um sjúklingar í heilsuverkinum.

Beint undan jólum ljóðaði tó, at ein semja var gjørd millum landsstýrisfólkini, so at rætturin til endurmenning/endurvenjing, sum frálíður, eisini kemur at fata um almannaøkið. Hetta, at endurvenjing/endurmenning kemur at fata um bæði almanna og heilsuøki, hevur stóran týdning, tí um eingin lóg er á økinum, er vandi fyri, at sjúklingar verða útskrivaðir av sjúkrahúsi uttan møguleika at fáa ta endurmenning, ið er neyðug, fyri at teir aftur kunnu fara út á arbeiðsmarknaðin ella fáa styrkt teir førleikar, ið viðgerðin á sjúkrahúsinum hevur ment. Tað er altavgerandi, at skipanin er samanhangandi soleiðis, at viðgerðin á sjúkrahúsinum ikki dettur burtur, men heldur fram, eftir at viðkomandi er útskrivaður av sjúkrahúsinum.

Ein annar stórur spurningur er, nú eldraøki er lagt út til kommununnar, hvussu verður við endurmenning/endurvenjing innan eldraøkið. Tað hevur týdning at fáa lýst, um nøkur avtala er gjørd millum Almannaráðið og kommunurnar um endurvenjing, og hvussu markamótini verða loyst, ella um tað stendur hvørjum kommunusamstarvi sær frítt at gera av, um og hvussu høgt, tey vilja raðfesta endurmenning. Tað hevur eisini áhuga at fáa lýst, um endurmenning er eitt tilboð til allar borgarar í einstøku kommunusamstørvunum, ella hetta bert fatar um teir borgarar, ið eru 67 ár og eldri.


Á Løgtingi, 20 januar 2015

Eyðgunn Samuelsen