Eyðgunn Samuelsen

Eyðgunn spyr um bróstkrabba

2015-01-16 17:51

Eyðgunn Samuelsen løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin, spyr Karsten Hansen landsstýrismann í heilsumálum, nær leiðreglurnar fyri at sleppa til kanning fyri bróstkrabba verða broyttar

1. Hvat er orsøkin til galdandi leiðreglur, fyri at sleppa til kanning, í samband við bróstkrabba ?
2. Ber til at upplýsa, hvussu nógvar kvinnur eru avvístar, síðan leiðreglurnar vóru settar í verk ?
3. Kann landsstýrismaðurin tryggja, at leiðreglurnar vera broyttar og um ja, nær verða leiðreglurnar broyttar ?

Viðmerkingar :

Støðan viðvíkjandi at sleppa til kanning fyri bróstkrabba hevur verið ørkymlandi seinastu mánaðirnar. Vit hoyrdu fyri nøkrum mánaðum síðan, at Kommunulæknafelagi rópti varskó í samband við at nýggjar leiðreglur fyri at sleppa til kanningar fyri bróstkrabba vóru settar í verk. Leiðreglurnar vildu, sambært Kommunulæknafelagnum, viðføra at kvinnur alt ov seint fingu atgongd til hesar kanningar.

Úrslitið av hesum var, at fundur var millum partarnar og at landsstýrismaðurin boðaði frá at ein loysn fór at vera funnin. Nú, í vikuni, kemur málið uppaftur og kann ein staðfesta, at málið enn ikki er loyst, hóast landsstýrismaðurin vissar um, at í praksis er mannagongdin broytt, hóast leiðreglurnar enn ikki eru broyttar. Eisini verður víst til, at peningur er settur av til at byrja screening fyri bróstkrabba í 2015 og tað skuldi tryggja eini endaligari loysn á málinum.

Sambært fjølmiðlunum og Kommunulæknafelagnum, vísir tað seg tó, at fleiri kvinnur ganga í óvissu og ótta, tí tær ikki sleppa til kanningar.

Bróstkrabbi er ein sjúka, ið rakar nógvar kvinnur. Tað er altavgerandi fyri viðgerðina hjá hesum kvinnum, at sjúkan verður avdúka tíðliga. Tað er nógv sum bendir á, at í Føroyum verður, alt ov ofta, ikki borið nóg skjótt av við at fáa staðfest diagnosuna. Ì Danmark sleppur ein til kanning innanfyri 14 dagar, meðan ein í Føroyum bíðar munandi longur.

Á løgtingi 15 februar 2015

Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna