Eyðgunn spyr Karsten um virksemi á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á tingfundinum í morgin fer Eyðgunn Samuelsen, at seta Karsten Hansen hesar spurningar:

  1. Heldur landsstýrismaðurin, at tað gagnar Klaksvíkar Sjúkrahúsi, at hann hevur tikið avgerð um at frátaka sjúkrahúsinum allar urologiskar skurðviðgerðir og niðurleggja alla urologiska uppfylgjan, sum hevur verið á vælvirkandi ambulatoriunum har í 20 ár?
  2. Hvørjar avleiðingar fær henda avgerð fyri virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í mun til tal av starvsfólki og játtan?
  3. Hevur landsstýrismaðurin, aftaná drúgva umhugsunartíð, tikið nakra avgerð um, hvat virksemi skal vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í framtíðini, ella eru fleiri ætlanir um at niðurlaða virksemið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi?


Viðmerkingar
Landsstýrismaðurin hevur nú tikið avgerð um, hvussu viðgerðin av sjúklingum við urologiskum sjúkum skal skipast í framtíðini. Víst verður til, at avgerðin byggir á eitt tilmæli, sum landsstýrismaðurin fekk frá krabbameinsfylgibólkinum fyri nærum einum ári síðani. Tað tykist løgið, at landsstýrsimaðurin skal hava hugsað seg so leingi um fyri at koma við eini, at síggja til, vánaligari loysn, fyrst og fremst fyri sjúklingarnar, sum nú skulu pendla millum øll trý sjúkrahúsini – men eisini fyri Klaksvíkar Sjúkrahús, sum skal niðurleggja sítt vælvirkandi urologiska virksemi. Bæði skurðviðgerðirnar og øll uppfylgingin verður tikin frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi og løgd á Landssjúkrahúsið, sum má uppraðfesta sítt urologiska ambulatorium, sum higartil læknaliga hevur verið røkt av ferðandi donskum konsulentum.

Ein ábyrgdarhavandi yvirlækni í urologi verður settur í starv á Landssjúkrahúsinum at samskipa hetta arbeiðið, og nevnt verður beinleiðis, at tað er urologurin, sum hevur uppbygt urologiina á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum landsstýrismaðurin nú vil hava at arbeiða á Landssjúkrahúsinum í staðin.

Viðgerðin skal spjaðast sundur millum tey trý sjúkrahúsini: Ein partur av skurðviðgerðunum verður á Suðuroyar Sjúkrahúsi, undankanningar av urologiskum sjúkum verður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, øll visitasjón verður á Landssjúkrahúsinum, urologiskt ambulatorium verður uppraðfest, og tær størru skurðviðgerðirnar verða framdar á Landssjúkrahúsinum.

Henda avgerð tykist at virka beint ímóti tí, ið landsstýrismaðurin higartil hevur ført fram, nevniliga, at tað er umráðandi at savna viðgerðir á einum staði. Hetta fyri at kunna gagnnýta serkunnleikan, tann læknafakliga eins og røktarfakliga, og ikki minst, fyri at fáa sum mest viðgerð fyri játtaða peningin.

Tað vekir undran, at landsstýrismaðurin hevur tikið avgerð um at niðurlaða og flyta virksemið, ið hevur verið á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í eini 20 ár, og sum hevur virkað sera væl. Hugsa vit fíggjarliga, so tykist tað ikki, sum ein gagnnýtir avmarkaðu játtanina á skilagóðan hátt, tá ið nýtt virksemi, ið frammanundan er á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, skal uppbyggjast á Landssjúkrahúsinum. Vit hoyra dag og dagliga um, at játtanin á Landssjúkrahúsinum er 4 milliónir ov lítil til verandi virksemi. Tí kann ein rokna við, at peningurin til at uppraðfesta urologiskt ambulatorium og gera fleiri skurðviðgerðir, má finnast aðrastaðni í heilsuverkinum.

Landsstýrismaðurin hevur áður boðað frá, at hann skal taka avgerð um, hvat virksemi skal vera á teimum trimum sjúkrahúsunum í framtíðini. Her er bara fráboðan um niðurlaðan og einki um, hvat virksemi landsstýrismaðurin hevur avgjørt at seta ístaðin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og nær ætlanin er at seta hetta í verk.

Á Løgtingi, 10. februar 2015

Eyðgunn Samuelsen