Eyðgunn Samuelsen stillar upp aftur

Eyðgunn Samuelsen, næstforkvinna í Javnaðarflokkinum, verður valevni fyri Javnaðarflokkin, á løgtingsvalinum 1. september.

Eyðgunn er eitt kent andlit á politiska pallinum. Í 2008 tók Eyðgunn sæti á tingi sum varafólk fyri Javnaðarflokkin. Hon var forkvinna í Fíggjarnevndini eitt skifti, tingbólkaforkvinna og limur í Mentanarnevndini. Hon varð vald á ting í 2011. Seinastu fýra árini hevur hon verið limur í Fíggjarnevndini og varalimur í Rættar- og Mentanarnevndini, umframt løgtingsgrannskoðari.

Tað, ið eyðkennir Eyðgunn er, at hon brennur fyri einum rættvísum og jøvnum samfelag. Einum samfelag har har øll menniskju fáa møguleikan og har ongin dettur niðurímillum.

- Nú valskeiðið er runnið, eru tað nógv, ið sita eftir við kensluni av, at ójavnin í samfelagnum er vaksin undir sitandi samgongu - bæði ójavnin millum kyn og aldursbólkar. Tey ríkastu eru vorðin ríkari, ímeðan tey, ið longu høvdu lítið, hava minni. Onki er gjørt fyri at hjálpa teimum børnum, sum eru í fátækraváða, slær Eyðgunn Samuelsen, valevni fyri Javnaðarflokkin, fast.

- Henda vaksandi ójavna kann eg ikki góðtaka. Vit hava brúk fyri eini samgongu sum fólkið kann hava álit á og sum kann tryggja eitt rættvíst samfelag.

- Eg bjóði meg fram, við tí fyri eyga, miðvíst at minka um munin millum kyn og aldursbólkar.

- Eitt av mínum hjartamálum er, at útbúgvingartilboðini verða meiri fjølbroytt, at vaksnamannútbúgvingar verða skipaðar og at tær kreativu og handaligu útbúgvingarnar gerast fleiri. Hetta er neyðugt skulu øll fáa ein møguleika at nýta síni evni og fylgja sínum dreymum, sigur Eyðgunn Samuelsen.