Áarvegur 2 - Postsmoga 208
110 Tórshavn

Telefon: 312492
Teldupostur: samband@olivant.fo
Heimasíða: www.samband.fo

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum stillar upp fyri Sambandsflokkin

2019-08-10 13:22
Sambandsflokkurin - 

Enn eitt ungt valevnið stillar upp til løgtingsvalið fyri Sambandsflokkin

Eyðbjartur Sólheyg Skaalum er 26 ára gamal, og er ættaður úr Hvalba og Klaksvík, men býr í Tórshavn, har hann til dagligt arbeiðir sum lærari.

Hann er skrivari í Unga Samband. Hann hevur verið virkin í Ungmannafelagnum síðan 2014 sum nevndarlimur, formaður og sum skrivari. Umframt hetta hevur hann verið virkin partur av Sambandsflokkinum hetta tíðarskeiðið.

Eyðbjartur er ungur og hevur verið lesandi og hetta ger, at hann kennir til tað, ið tey ungu ynskja og tørva.

Hann brennir fyri, at føroyska samfelagið skal vera fyri øll, og at øll menniskju skulu hava frælsi at velja, og vera tey, tey eru.

Tað er av stórum týdningi, at allir føroyingar fáa í boði somu møguleikar og rættindi.

Hetta er tí, at Eyðbjartur bjóðar seg fram til løgtingsvalið.

Nøkur av hjartamálum hansara eru:

· Tað unga ættarliðið

· Fróðskaparsetið

· Fólkaskúlaøkið

· Samferðslukervið

· Heilsuverkið

Við sínum lívsroyndum og arbeiðsroyndum vil Eyðbjartur sleppa á ting at arbeiða fyri omanfyri nevndu áhugamálum og fyri teg.

Sambandsflokkurin